Føroya Tele skal hava nýggjan fíggjarstjóra

Brian Smedemark er fyribils nýggjur fíggjarstjóri á Føroya Tele, nú Jan Petersen hevur sagt seg úr starvi.

Tað boðar Føroya Tele frá.

Fíggjarstjórin á Føroya Tele hevur sagt seg úr starvi. Jan Petersen, ið hevur starvast á Føroya Tele í meira enn 10 ár, tey síðstu 6 árini sum fíggjarstjóri, hevur fingið bjóðað nýtt starv, sum hann hevur tikið av.

Føroya Tele takkar Jan Petersen fyri gott og týðandi avrik og ynskir honum alt tað besta víðari á leiðini.

Nýggjur fíggjarstjóri er fyribils Brian Smedemark, sum frammanundan starvast á Fíggjardeildini. Brian Smedemark er 32 ára gamal, hann er útbúgvin cand. oecon í 2006 frá universitetinum í Aarhus, og hann hevur starvast í Føroya Tele síðan mars 2008. Áðrenn Brian kom á Føroya Tele arbeiddi hann hjá BankNordik, og hann hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum og Handilsskúlanum.

Jan Petersen verður eina tíð frameftir knýttur at Føroya Tele, har hann fer at handa yvir uppgávur til nýggja fíggjarstjóran.

Farið verður nú undir eina opna tilgongd, har starvið sum fíggjarstjóri hjá Føroya Tele verður lýst leyst. Søkt verður eftir evnum bæði í Føroyum og uttanlands.