Føroya Tele og Summarfestivalurin hava í dag undirskrivað ein tríára sáttmála, sum skal verða grundklangurin í einum mennandi og spennandi samstarvi innan tónleik, tøkni, undirhald og ungdómsmentan.
Føroya Tele hevur verið ein av stuðlunum og samstarvspørtunum hjá Summarfestivalinum, síðani tiltakið fyrstu ferð fór av palli august 2004.
Føroya Tele sær týdningin í, at Summarfestivalurin roynir at byggja brýr ímillum ættarliðini, sum árliga kunnu hittast á víðaveingi í Klaksvík á einum rimmar festivali, har tónleikur, undirhald og góðar upplivingar verða settar í hásæti.
- Vit vilja við sáttmálanum leggja lunnir til, at Summarfestivalurin frameftir stevnir høgt og breitt, soleiðis at tey vitjandi fáa klassaupplivingar, sum kunnu kveikja og skapa sambond millum ung eins væl og tilkomin, sigur Richard Mortensen stjóri á FT Samskifti.
Vit hava ta vón og seta eisini okkara álit á, at Summarfestivalurin vil gera sítt ítasta fyri at liva upp til ta ábyrgd, at allir føroyingar hava uppiborið at hoyra og síggja kendar og góðar tónleikabólkar á palli í egnum landi ? og at væl skipaði tiltøk skapa samveru og neyðuga samskiftið allari tjóðini at frama.
Føroya Tele hevur við hesum gjørt ein trý ára sáttmála við Summarfestivalin, sum er galdandi árini 2007, 2008 og 2009.