Internetferð og fartelefonsambandið á Orkney og í Hetlandi er einki at reypa av. Samanborðið við restina av Bretlandi er tað afturúrsiglt.
Hetta kann Føroya Tele gera nakað við og tað ætla teir, um teir fáa loyvi.
Við fipurkaðalum, ið liggja ígjøgnum báðar oyggjabólkar, kann Føroya Tele eitt nógv betri samband til íbúgvarnar á Orkney og í Hetlandi enn tey hava nú.
Tað er eftirlitsstovnurin Ofcom, ið skal geva Føroya Tele loyvi til at nýta teir frekvensir, ið eru neyðugir. Um Føroya Tele ikki sleppur tað, er vandi fyri at ætlanin verður slept.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at tey eru klár at byrja arbeiðið skjótt.