Føroya Tele kærir av ótta fyri skrædli

Føroya Tele stúrir fyri, at Fjarskiftiseftirlitið hevur álagt fyritøkuni at leiga telefonkervi sítt út fyri ein so lágan prís, at fyritøkan beinleiðis noyðist at leggja pening til, fyri hvønn minutt brúkarar hjá øðrum føroyskum fjarskiftisfyritøkum brúka kervið. Tí verður avgerðin nú kærd.

Fjarskiftiseftirlitið kann vænta sær at avgerðin, ið eftirlitið tók í ósemjuni millum Føroya Tele og nýggju fjarskiftisfyritøkuna Alnót, verður kærd.

Føroya Tele stúrir nevniliga fyri, at minuttprísirnir, ið avgerðin ásetti, eru so lágir, at teir eru undir kostnaðarprís. Eru teir tað, merkir tað fyri Føroya Tele, at fyri hvønn minutt viðskiftafólk hjá til dømis Alnót brúka fjarskiftiskervið, missir almenna telefyritøkan pening.

? Vit eru ikki nøgdir við avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum og vit eru als ikki nøgdir við framferðarháttin hjá eftirlitinum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sum í farnu viku varð álagt at loyva øðrum fjarskiftisveitarum inn á fjarskiftiskervið í Føroyum fyri ein prís, ið lá nakað væl undir tí, sum almenna partafelagið sjálvt hevði skotið upp.


Semja var frammanundan

Tað, sum Føroya Tele serstakliga er ónøgt við, er at tann avtalan, sum fyritøkan fyrr í ár, við Fjarskiftiseftirlitinum sum semingshjálp, samráddi seg fram til við eina aðra telefyritøku, varð skúgvað til viks við avgerðini hjá Fjarskiftiseftirlitinum í ósemjuni millum Føroya Tele og Alnót.

? Vit hildu at vit høvdu samrátt okkum fram til eina avtalu, sum allir partar kundu liva við. Og sum vit skiltu á Fjarskiftiseftirlitinum tá, so var sloppið nú, og avtalaði prísurin kundi brúkast sum grundarlag í framtíðar samráðingum millum Føroya Tele og aðrar fjarskiftisveitarar.

Avtalan ásetti, at aðrir fjarskiftisveitarar skuldu gjalda Føroya Tele áviskavist 9 oyru um minuttin í dagtímunum og 6 oyru um minuttin í kvøld- og náttattímunum fyri at brúka fjarskiftiskervið.


Avgerðin sett til viks

Men við avgerðini hjá Fjarskiftiseftirlitinum í málinum millum Føroya Tele og Alnót, varð ásett, at Alnót skuldi gjalda Føroya Tele ávikavist 7,7 og 4,8 oyru fyri hvønn minutt ein kundi hjá Alnót er á netinum. Hesir takstir fara í næstum at gerast galdandi fyri hinar fjarskiftisveitararnar, ið hava avtalu við Føroya Tele.

? Hatta ljóðar kanska ikki av nógvum, men talan er um nógvar milliónir av minuttum, og tá er eitt oyra pr. minutt knappliga nógv, sigur Andras Róin.

? Vit stúra fyri at ásetti minuttprísurin kanska er lægri enn tann prísurin, sum tað kostar Føroya Tele at "framleiða" minuttirnar. Um so er, so fáa vit beinleiðis undirskot av at aðarar fyritøkur brúka fjarskiftiskervið, og tað kann hava katastrofalar fylgjur fyri Føroya Tele og alla ta føroysku fjarskiftisvinnuna, sigur stjórin á Føroya Tele.


Kann geva afturslag

Eftir hansara tykki hevur Fjarskiftiseftirlitið lagt seg eftir at byrja á tí kostnaðarstøði, sum fjarskiftið er á í hinum Norðurlondunum. Og her liggur ein av grundleggjandi ósemjunum millum almennu fjarskiftisfyritøkuna og Fjarskiftiseftirlitið. Føroya Tele heldur fast við at tað er dýrari at reka fjarsiftistænastur í Føroyum enn í teimum størru grannalondunum, men Fjarskiftiseftirlitið heldur at eingin geografisk forðing er fyri at Føroyar kunnu koma niður á sama kostnaðarstøði sum hini Norðurlondini.

? Vit halda at man skal "klappa hestinum" eitt sindur í fyrstu atløgu og so síggja hvussu tað gongur. Stóri vandin við at minuttprísirnir nú eru settir so langt niður er, at Føroya Tele um eitt ár ella so kanska kann skjalprógva, at fyritøkan hevur lagt pening til tá hinir fjarskiftisveitararnir hava brúkt fjarskiftiskervið.

Og tað hevði verið einki minni enn ein vanlukka fyri nýggju veitararnar, sum so knappliga skuldu goldið hægri minuttprís við afturvirkandi kraft. Tað kann gerast ein rættiliga stór rokning, ávarar Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.