Maersk Oil og Hess eru fyrstu kundarnir hjá Føroya Tele á sjókaðalinum Cantat-3. Maersk Oil og Hess hava bæði gjørt sáttmála um veiting av fjarskifti til oljupallar í Norðsjónum tey næstu 15 árini.
Hesar avtalurnar er við til at tryggja olju- og gasspallunum í danska Norðsjónum eitt dygdargott fjarskiftissamband við høgari ferð. Samstundis er Cantat-3 eina eyka trygd fyri føroyska fjarsskiftis-sambandinum við umheimin, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Føroya Tele yvirtók Cantat-3 kaðalin frá Tata Communication og øðrum telefeløgum í januar í ár. Cantat-3 varð upprunaliga tikin í nýtslu í 1994 og knýtti saman Kanada, Ísland, Føroyar, Ongland, Danmark og Týskland í eitt kervi. Føroya Tele hevur nú yvirtikið tann partin av kaðalinum, sum gongur millum Ísland, Føroyar, Danmark og Týskland.
Endamálið við at keypa Cantat var partvíst at fáa eitt eyka samband til vega og harvið veita eina eyka trygd fyri fjarskifti føroyinga út í heim. Haraftrat var ætlanin at gagnnýta kaðalin til at selja kapasitet fyri at fáa inntøkur, ið kunnu vera við til at tryggja útbyggingina av føroyska undirstøðukervinum frameftir. Tað er hetta, sum nú er eydnast við eini avtalu við Maersk Oil og Hess.
Cantat-3 kaðalin gongur gjøgnum danska partin av Norðsjónum, har stórt olju- og gassvirksemi er. Í hesum øki liggja boripallarnir Tyra West hjá Maersk Oil og Syd Arne hjá Hess Denmark, DONG Energy og Danoil Exploration.
Endamálið við avtalunum at tryggja olju- og gasspallunum eitt dygdargott, trygt og framtíðartryggjað fjarskiftissamband til skrivstovurnar hjá Maersk Oil í Esbjerg og Hess í Keypmannahavn. Fyri Maersk er harumframt galdandi, at sambandið við Tyra West eisini skal leiða fjarskiftistænastur frá Cantat-3 víðari til aðrar pallar hjá Dansk Undergrunds Consortium, sum liggja nærhendis.
Avtalan hevur m.a. við sær, at stýringar og eftirlit við pallunum kunnu gerast úr landi. Harvið nýtast færri serfrøðingar at uppihalda seg á pallunum. Haraftrat kemur, at manningin umborð á pallunum fáa atgongd til eitt nútímans breiðband við høgari ferð, og tað gevur stórt sæð somu samskiftismøguleikar, sum fólk í landi hava.
Tað er dótturfelagið P/f Shefa, sum vegna Føroya Tele knýtir oljupallarnar í kaðalin og formliga hevur gjørt avtaluna við Maersk Oil og Hess um at leiga kapasitet.