Føroya Tele heldur fram í B36

Longu nú hava føroyameistararnir longt um sponsor-sáttmálan við Føroya Tele, sum annars var galdandi til 31. desember í ár

Hesum hava partarnir boðað frá í tíðindaskrivi til føroysku miðlarnar. Føroya Tele hevur í tvey ár verið høvuðssponsor hjá besta mansliðnum hjá B36, og til 2009 verður felagið nú eisini sponsor hjá kvinnuliði felagsins.
Richard Mortensen, stjóri í FT-Samskifti sigur, at jaliga samstarvið partanna millum, saman við góðu úrslitunum hjá felagnum, hevur gjørt, at Føroya Tele og B36 longu nú eru samdir um víðari samstarv fram til 2009. Somuleiðis fegnast vit um, at sáttmáli nú eisini er gjørdur við 1. deild kvinnur.
Eisini Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn er fegin um nýggju avtalurnar og samstarvið við Føroya Tele. Hann sigur, at tað ein stór viðurkenning av avrikunum hjá B36, nú stuðulsavtalurnar longu eru komnar upp á pláss fyri komandi árini.