Føroya Tele høvuðsstuðul hjá B68

Føroya Tele hevur skrivað sáttmála við B68 um at vera høvuðsstuðul hjá fótbóltsliðnum í 1999

Tofta Ítróttarfelag, betri kent sum B68, var føroyameistari í fótbólti í 1992, men síðani tá hava teir ligið í miðjuni í 1. deild. Hetta hevur felagið ikki verið nøgt við og ger tí í ár eitt stórtak fyri at gera seg galdandi millum tey fremstu liðini í 1. deild.

At hjálpa teimum hava teir fingið ein danskan venjara ? Bjørn Krogh, sum fyrr hevur gjørt seg galdandi í føroyskum fótbóltshøpi ? og fýra brasilianskar spælarar, sum teir fyribils hava gjørt avtalu við fyri kappingarárið 1999. Hetta eru tiltøk og slóðbrótan, sum Føroya Tele fegið vil stuðla við sáttmálanum.

Orsøkin til, at tað blivu júst Føroya Tele og B68, sum gjørdu samstarvsavtalu í ár, er, at báðir partar ynskja at bróta úr nýggjum og vilja vera millum tey bestu ? B68 á leikvøllum og Føroya Tele við góðum og framtíðarhóskandi fjarskifti.

Hetta er fyrstu ferð Føroya Tele fer inn í tílíkt samstarv, tí reglugerðin hjá felagnum áður ikki hevur loyvt slíkum stuðli, men síðani Føroya Tele er vorðið partafelag, eru karmarnir víðkaðir. Føroya Tele hevur sett sær sum mál, at tey tiltøk, sum fyritøkan stuðlar, skulu vera slóðbrótandi, samstundis sum tey eru gagnlig bæði fyri tann stuðlaða og stuðlaran.