Føroya Tele: Fleiri konufólk enn mannfólk í nevndini

Eftir aðalfundin hjá Føroya Tele fríggjadagin, er nevndin í felagnum eisini broytt. Johan Dahl, Landsstýrismaður, hevur økt nevndina við einum limi, og harafturat eru tað nú fleiri konufólk enn mannfólk í nevndini

Aðalfundur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Almenna samskiftisfyritøkan Føroya Tele hevði aðalfund fríggjadagin. Umframt at leggja fram roknskapin fyri 2008, skuldi nevndin veljast av nýggjum.

Landið eigur 100 prosent av fyritøkuni, og velur tí øll umboðini í nevndina, starvsfólkaumboðini undantikin.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, kom veruliga í andglettin, tá hann fyrr í ár broytti støddina av nevndini í Atlantsflog, til tess at kanna tí almenna størri ræðisrætt á felagnum. Fríggjadagin kom eisini fram, at Johan Dahl hevði gjørt tað sama við nevndina í Føroya Tele, ið varð vaksin úr fimm upp í seks limir. Hetta hevur tó ikki vakt líka nógvan ans, helst orsakað av at eingir privatir partaeigarar eru í felagnum, og tí at felagið ikki er skrásett á virðisbrævamarknaði.

Sostatt skuldu seks fólk veljast í nevndina, fýr a av landsstýrismanninum og tvey av starvsfólkunum.

Landsstýrið hevur valt tríggjar nýggjar nevndarlimir í fyritøkuna. Reidar Nónfjall og Randi Frederiksberg eru farin úr nevndini, og inn eru komin Fanny Petersen, Eyðhild Skaalum og Klaus Pedersen. Heini Zachariassen er valdur aftur, og heldur áfram sum nevndarformaður.

Starvsfólkini eiga eisini tvey umboð í nevndini, og fyri starvsfólkini eru Ulla Stenberg og Jónhild Rasmussen, sum eisini er næstforkvinna.

Hetta merkir so, at tað nú eru fýra konufólk og tvey mannfólk í nevndini.