Loksins er dagstovnurin, sum Føroya Tele hevur havt ætlanir um, komin undir land.
Tað hevur gingið striltið at finna hús til dagstovnin, sum fyritøkan hevur fingið loyvi til at gera. Men nú hevur fyritøkan gjørt sáttmála um keyp av sethúsum við Sundsvegin í Havn.
Áðrenn húsini kunnu brúkast til dagstovn, er neyðugt at byggja tey um og fáa keypið góðkent av Tórshavnar Býráð. Sambært tíðindaskrivi frá Føroya Tele verður keypið endaliga formaliserað, tá býráðið hevur góðkent sáttmálan. Tá verður eisini farið at út- og umbyggja húsið.