Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri
Føroya Tele
Viðmerkingar til brotið í Degi og Viku fríggjakvøldið 1. juni
Eitt brot í Degi og Viku fríggjakvøldið umrøddi starvsfólkaviðurskifti á Føroya Tele, og í hesum sambandi at starvsfólk hava sagt seg úr starvi serliga á FT Samskifti.
Føroya Tele hevur hesar viðmerkingar til sendingina. Í dóttirfelagnum FT Samskifti hava 14 fólk sagt seg úr starvi, og 12 nýggj fólk eru sett í starv í ár.
Radiodeildin er ein deild í dótturfelagnum FT Net. Tað starvast fýra fólk á deildini, og ikki eitt starvsfólk, sum sagt varð í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Føroya Tele arbeiðir alsamt miðvíst við at tryggja menning og trivnað av starvsfólkunum. Høvuðsmálið er at styrkja tænastustøðið mótvegis kundunum.