Sunnudagin hekk føroyska internetsambandið út í heim í einum klønum tráði, tí teldusníkar gjørdu seg inn á sambandið, og í fleiri tímar var nærum ógjørligt at sleppa á heimasíður uttanlands.
Føroya Tele sigur, at talan var um eitt sokallað surgical strike, sum fólk frá Føroya Tele stríddust ímóti, og sunnukvøldið eydnaðist at fáa netið at koyra aftur, so tað nú aftur riggar, sum tað eigur.
Samstundis sigur Føroya Tele, at eingin er komin inn um múrin hjá Føroya Tele, og at allar upplýsingar tí eru tryggar, tí talan var um tær skipanir, sum samskifta við skipanir uttanlands, og tí var tað bara sambandið út í heim, sum fór niður.
Føroya Tele verður dagliga álopið av teldusníkum, sigur stjórin í Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, sum kann hoyrast í ljóðbrotinum niðanfyri.