Finalan í Føroya Tele Cup gokartkoyring verður sunnudagin 29. mai. Um vikuskiftið 21.- 22. mai vóru innleiðandi umfør í Føroya Tele Cup á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í kappingini hava longu fleiri fyritøkur luttikið. Fríggjadagin 20. mai varð fyri fyrstu ferð eitt sonevnt mini LeMans í gokartkoyring, har koyrt varð fýra tímar út í eitt koyr. Hesa vikuna er aftur møguleiki at luttaka í kappingini, sum verður leygardagin 28. mai við innleiðandi umfari og kapping um meistaraheitið sunnudagin 29. mai. Ferðasteyp verður latið til vinnandi fyritøkuna. Tað er motorsúkklufyritøkan AD-Import, sum skipar fyri Føroya Tele Cup.










