Drúgvu royndirnar hjá Føroya Tele og stóru íløgurnar gjøgnum árini í skjótari og tryggari samskiftissambond millum Føroyar og umheimin lótu fyri nøkrum árum síðani dyrnar upp fyri nýggjum møguleikum fyri samstarvi við stór altjóða feløg í frálandavinnuni, eitt spildurnýtt arbeiðsøki hjá føroyska televeitaranum. Shefakaðalin kom eisini sum ein kærkomin gáva fyri bretska oljufelagið BP, sum hevði stóran tørv á at fáa útbygt samskiftismøguleikar frá oljupallum og –skipum sínum vestan fyri Hetland og víðari til høvuðsstøðina í Aberdeen.
Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað loksins Føroya Tele at fáa annað beinið inn um gáttina fyri fyritøkuna tann tá ókenda oljuheimin og at fáa avtalu í lag við bretska oljurisan BP. Henda avtala snúði seg m.a. um at binda flótandi oljuframleiðsluskipið á Schiehallion feltinum og oljuframleiðslupallin á Clair oljukelduni í Shefakaðalin. Tað samstarvið er komið væl við hjá BP. Góða telesambandið hevur gjørt, at BP ikki nýtist at senda nógvar av sínum serfrøðingum út á pallarnar at arbeiða men ístaðin kunna gera arbeiðið á høvuðsstøðini í Aberdeen.
Hetta nýggja samstarvið hevur síðani givið fólkunum á Føroya Tele mót uppá at leita upp aðrar líknandi møguleikar í økinum. Góðu royndirnar frá BP samstarvinum, sum byrjaði í 2008, hava nú lutvíst verið lykilin til enn eina avtalu, hesaferð við franska olju- og gassfelagið Total.
Gassútbygging
Felagið tók herfyri avgerð um at byggja út fyrstu gassfeltini vestan fyri Hetland fyri 40 milliardir krónur. Gassleiðing verður løgd frá Laggan/Tormore feltinum til Sullom Voe í Hetlandi, har tað verður bygdur ein stórur gassterminalur, ið kann taka ímóti gassinum, áðrenn tað fer víðari um aðrar rørleiðingsskipanir í Norðsjónum til Skotlands og higani víðari til bretska heimamarknaðin.
850 arbeiðarar og handverkarar skulu byggja gassverksmiðjuna, sum skal vera liðug at taka ímóti gassi í 2014. Fyri at húsa øllum hesum fólkunum verður nú bygdur ein lítil býur nærhendis. Og tað er her Føroya Tele kemur inn í myndina. Fyritøkan skal hava ábyrgdina av tí tekniska telesamskiftinum millum hetta byggioprojektið og høvuðsstøðina hjá Total í Aberdeen, haðani stórur partur av arbeiðinum verður stýrdur. Her passar Shefakaðalin, sum fer í land í Hetlandi á leiðini til skotska meginlandið, sum fótur í hosu.
Telesamband
Páll Vesturbú, stjóri í FT Net, eitt av dótturfeløgunum hjá Føroya Tele, er sera fegin um nýggjastu avtaluna. Hann sigur, at hesi bæði fyrstu árini við samstarvinum við BP hava verið sera lærurík fyri tey, og uttan hesi og ta avtalugongd, sum hevur ligið undan BP avtaluni, hevði ikki verið so lætt at gjørt avtaluna við Total. Oljufeløg seta ómetaliga høg krøv til feløgini tey samstarva við. Her meta tey á Føroya Tele seg hava staðið upptøkuroyndina. Nýggja avtalan krevur so, at FT skal seta tekniska útgerð upp, og haraftrat skal FT leiga seg inn á strekki millum Sullom Voe og Shefakaðalstøð úti við strondina frá BT. Nýggja avtalan við Total snýr seg um at tryggja gott tøkniligt telesamband millum byggiplássið og Aberdeen.
Tað verður so ikki neyðugt at hava Føroya Telefólk á staðnum men fara teir heldur at brúka lokala arbeiðsmegi, tá tørvur er á tí.
Páll Vesturbú vónar, at Føroya Tele eisini kann fáa avtalu um at veita tænastur eftir at henda avtalan gongur út, tvs. tá sjálv gassverksmiðjan er liðug at taka í brúk í 2014. Tá verður tað so í kapping við aðrar veitarar, eitt nú BT (British Telecom), sum longu hevur keypt sær rætt til at brúka Shefakaðalin, men tað er so ikki komið hartil enn.
Framtíðar avtala
Talan verður so ikki um tænastur millum land og Lagganfeltið, har gassið skal koma upp úr undirgrundini og flytast til lands gjøgnum rør á havbotninum. Gassrørini eru gjørd soleiðis, at teleinfrastruktururin er partur av teimum frá byrjan. Páll Vesturbú væntar, at Føroya Tele fer hava fyrimunir fram um aðrar útbjóðarar av teletænastum, tá endalig avtala skal gerast um teletænastur millum gassverksmiðjuna í Sullom Voe og høvuðstøðina hjá Total í Aberdeen. Hann vísir til tær royndir teir tá hava at vísa á í samstarvinum við bæði BP og Total til ta tíð. Teir royna tí at liggja í fremstu røð, tá nýggj avtala um hetta telesambandið skal gerast, og tá er Shefakaðalin eisini ein stórur fyrimunur, tó at aðrir televeitarar kunnu keypa sær tænastur eisini. BT hevur annars keypt sær rætt at brúka Shefakaðalin men hava enn ikki brúkt henda rætt. Hann ætla teir so at taka í brúk komandi ár.
Uppá fyrispurning hvussu eitt lítil felag sum Føroya Tele kann klára seg í kapping við eitt nú bretska telerisan BT sigur Páll Vesturbú, at eitt telesamband fyri oljufeløg er sera týdningarmikið, og tí taka tey nógv atlit, tá samráðst verður um avtalur. Og her er so fyrimunurin hjá FT, at BT helst ikki hevur havt sama fokus á frálandavinnuna. So tað nýtist ikki júst at vera støddin á fyritøkuni men heldur hennara fokus og royndir, sum gera munin, og tað er so tann fyrimunin, sum FT fer at brúka, tá tað kemur so langt.
Føroyaøkið
Samstarvið við BP er eitt munandi ískoyti til íløguna og raksturin av Shefakaðalinum. Onkur brek hava verið við kaðalinum í Orknoyarøkinum, men BP hevur einki merkt til tað. Føroya Tele fylgir annars væl við í gongdini vestan fyri Hetland, har fleiri útbyggingar av oljufeltum eru á tekniborðinum, eitt nú Rosebank, Cambo, Tornado, Solan og Clair, alt oljufund, sum liggja skamt frá føroyska markinum og sum møguliga kunnu knýta seg upp í Shefakaðalin. Shefa gevur Føroya Tele góða grund til at hava fokus á økið vestan fyri Hetland. Hvat viðvíkur Norðsjónum eru umstøðurnar øðrvísi, tí har eru aðrir útbjóðarar, meðan Føroya Tele er so gott sum einsamalt at bjóða skjótari og tryggari teletænastur vestan fyri Hetland. Norðsjógvurin kemur tí at bíða.
Páll Vesturbú dylur heldur ikki fyri, at teir í síni langsiktaðu strategi eisini hava føroyska landgrunnin í huganum. Verða kolvetni funnin her og útbyggingar fara fram, so er Føroya Tele fyrireikað at veita sínar tænastur.