Leygarkvøldið 1. sept. kl. 19.30 á Giljanesi.
Borðreitt verður við breyði, skerpikjøti, rullupylsu o.ø. góðum viðskera og einumhvørjum leskiligum at drekka.
Meðan borhaldið er, fara seks politikarar, sum vit vanliga bert hoyra tosa um álvarslig samfelagsmál, privatiseringar o. a. at royna síni skemtiligu evni.
Ein dómsnevnd, mannað við kommunalpolitikkarum úr Vágum, skal velja " Føroya stuttligasta politikkara".
Teir, ið fara at dystast um hetta heitið, verða : Jørgin Niclasen, Asbjørn Djurhuus, Vilhelm Johannesen, Kári P Højgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen.
Frásøgumaður verður Robert Mc.Birnie, sum hevur hótt við at koma við skemtiligum viðmerkingum til hesar seks.
Felagssangurin verður skipaður av Hans Hjalta Skaale, sum eisini fer at framføra onkra av sínum kendu vísum.
Um miðnáttarleitið byrjar dansurin. Fyrst spæla Thunderbirds úr Vestmanna og umleið kl. 01 spælir íslendski bólkurin SúEllen.
Tiltakið endar kl. 03.30.?