Føroya sterkastu í SvF

Øll kenna vit Regin Vágadal, men hvørjir eru hinir fimm, sum bjóðaðu honum at at gerast Føroya sterkasti maður?

Tey flestu hildu, at einasti spurningurin var, hvør gjørdist nummar tvey. Tí Regin Vágadal, sum hevur vunnið kappingina tær tríggjar ferðirnar hon hevur verið fyrr, er í serklassa.

Regin fekk kortini mótstøðu, tá kappingin »Føroya sterkasti maður 98« var í Ítróttarhøllini á Hálsi millum jólanna.

Fyri fyrstu ferð tók Sjónvarp Føroya kappingina upp, og hon verður send hóskvøldið klokkan 2030, eftir »Dag og Viku«.

Øll kenna vit Regin Vágadal. Men hvørjir eru hinir fimm, ið bjóðaðu honum av at gerast »Føroya sterkasti maður 98«?

Tað síggja vit í SvF hóskvøldið klokkan 2030.