Klatriveggurin í Marghøllini í Vági er nú liðugt uppsettur.
Seinasta hond verður nú løgd á stóra høga klatriveggin, og á sokallaða boulderingveggin, skrivar sudurras.fo.
Handverkarar frá fyritøkuni Abekatten / Virklund Sport væntaðu at gerast lidnir í dag . Og síðani verður farið undir at seta upp klatriruturnar við grepum, soleiðis at Føroya størsti klatriveggur kann takast í nýtslu.