Føroya størsta LEGO-tiltak nakrantíð letur upp

Fríggjadagin 12. apríl klokkan 16 letur Føroya størsta LEGO-tiltak nakrantíð upp á Torginum í SMS og verður fram til 26. apríl. 

Hetta verður ein forvitnislig framsýning við ymsum LEGO-figurum, eitt nú Star Wars LEGO-figurum, einum livandi LEGO-sløkkiliðsmanni, sermerktum føroyskum bygninum úr LEGO, byggistøðum til stór og smá umframt kappingum.

- Vit eru sera errin um, at tað endiliga hevur eydnast okkum at fáa LEGO heim til Føroya’, sigur Regin W. Dalsgaard marknaðar- og býlingsstjóri í SMS.

- Tað er í samstarvi við LEGO og so Helga Toftegaard, LEGO-entusiasti, at hetta er komi í lag. 

Tað er nevnliga ein serføroysk LEGO-framsýning, sum verður at síggja hesar dagarnar á Torginum í SMS.

- Helgi Toftegaard, hevur saman við føroyinginum, René Askham, og øðrum donskum entusiastum bygt fleiri sermerktar føroyskar bygningar úr LEGO, eitt nú Glasir og eina mosaikmynd av SMS, sigur Regin. 

Hetta er nakað øll kunnu vera við í, og tað verður ein kapping til stóra páskatiltakið 20. mai har flottasti figurur verður kosin, greiðir Regin Dalsgaard frá og leggur aftrat:

Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum fram til 3. mai.