Frá í dag at rokna er Føroya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Gøtu Ítróttarfelag. Tað er greitt, eftir at peningastovnurin og ítróttarfelagið fyrrapartin undirskrivaðu ein samstarvssáttmála.
Sáttmálin, sum ber í sær, at Sparikassin í tvey ár er høvuðsstuðul hjá GÍ, varð undirskrivaður á Sparikassadeildini í Gøtu. Kristine Ellingsgaard, varaleiðari fyri deildir Sparikassans í Eysturoy, og Janus Rasmussen, formaður í GÍ, undirskrivaðu sáttmálan.
-Sparikassin stuðlar einari røð av mentunarligum og ítróttarligum tiltøkum og felagsskapum, tí vit meta tað hava stóran týdning, ikki minst í lokalsamfelagnum. Vit eru spent uppá at fylgja við í, hvussu tað nú fer at gangast GÍ og ynskja teimum góða eydnu, sigur Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari.
Vinnandi hugburð í felag
-Fólkini í og aftan fyri GÍ leggja nógv fyri til tess at taka við avbjóðingunum á og uttan fyri vøllin. Á okkara øki leggja vit sera stóran dent á at standa okkum væl í hørðu kappingi á fíggjarmarknaðinum. Tí ber til at siga, at Sparikassin og GÍ hava nakað sera týðandi í felag nevniliga tann sera týðandi vinnarahugburðin, ið flytir bæði fyritøkur og felagsskapir fram á leið, sigur Kristine Ellingsgaard, varaleiðari fyri deildir Sparikassans í Eysturoy.
Formaðurin í GÍ fegnast um, at felagið hevur fingið eitt gott grundarlag at byggja á.
- Vit gleða okkum til samstarvið við Føroya Sparikassa og rokna við, at bæði Sparikassin og okkara trúføstu viðhaldsfólk fara at sanna, at hetta árið fer at roynast væl hjá felagnum. Í Formuladeildini arbeiða venjari og leikarar við at byggja upp eitt nýtt lið, og til hetta arbeiði krevst eitt gott fundament, sigur Janus Rasmussen, formaður í GÍ.