Seinnapartin hósdagin kallaðu Føroya Sparikassi og Flogbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í hølum Sparikassans í sambandi við at partarnir fóru at undirskriva ein tvey ára sponsorsáttmála.
Nýggja samstarvsavtalan inniber, at Føroya Sparikassi frá 1. januar 2000 at rokna og tvey ár fram verður høvuðsstuðul hjá Flogbóltssambandinum.
Hvat nýggi sáttmálin inniber, var ikki møguligt at fáa at vita í smálutum, men sum Sosialurin skilir, so eru ymsar nýskipanir í hesum sáttmálanum, sum ikki eru royndar í føroyskum ítrótti fyrr.
Byrja at lýsa
beinanvegin
Hóast nýggi sáttmálin millum Føroya Sparikassa og Flogbóltssambandið ikki kemur í gildið fyrr enn 1. januar, so byrja flogbóltslandsliðini longu at lýsa fyri nýggja sponsorin beinanvegin.
Hetta inniber, m. a. at landsliðini bæði, sum eru við á Gotlandi, bera lýsingar frá Føroya Sparikassa.
Hjalgrim Samuelsen, menningarleiðari í Føroya Sparikassa og Niclas Joensen, formaður í FBF vænta sær nógv av nýggja samstarvinum partanna millum.