Føroya Sjómansskúli 110 ár:

Leygardagin 8. november varð móttøka á Føroya Sjómansskúla í sambandi við at 110 ár eru liðin síðan farið varð undir at útbúgva skiparar í Føroyum og at bókin hjá Óla Olsen, Sigling og útbúgving 1, varð løgd fram.

Nógv fólk vóru samankomin á Føroya Sjómansskúla hendan dagin. Skúlastjórin, Daniel Johan Poulsen beyð vælkomin og takkaði Óla Olsen fyri ta dygdararbeiði, hann hevði gjørt við bókini Sigling og útbúgving I.

Síðan hevði Óli Olsen orðið og segði frá arbeiðinum við bókini, og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, helt eisini røðu.

Bókin fevnir um tíðarskeiðið frá landnámi til 1927, tá nýggj lóg um navigatiónsútbúgving kom í gildi. Bind II, sum væntandi kemur um eitt ár, fer at fevna um tíðarskeiðið frá 1928 til 2000.
Í bókini verður m.a. greitt frá um sigling millum Føroyar og grannalondini frá miðøldini og fram móti okkara døgum.

Nógv nýttu høvið at ogna sær eina bók hendan dagin, og Óli Olsen hevði úr at gera við at signera bøkur.