Umframt umboð fyri Susvim og familjuna hjá Páli, so vóru øll sølufólkini, og øll starvsfólkini hjá Shell í Suðuroy. Eftir ein góðan bita, handaði marknaðarleiðarin hjá Shell, Niclas Heri Jákupsson, Páli ein kekk á Kr. 25.000,-. Niclas Heri segði stutt um, at tað var ein æra fyri Shell, at stuðla einum føroyskum svimjara í heimsklassa, og ynskti hann Páli og Susvim góða eydnu framyvir. Pál og umboð fyri Susvim takkaðu eisini fyri stuðulin, sum tey søgdu, skal brúkast til at menna Pál uttanlands
-np