Vinnuhúsið hevur á síni heimasíðu m.a. grein um »lønsemi og virðisskapan í veiðuflotanum«. Eisini hevur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, úttalað seg aðrastaðni um hvussu politikarar eiga at halda seg frá at geva veiðiflotanum nakrar sømdir. Hetta helt hann vera rætt, tí so kundi veiðiflotin byrja at geva avkast til samfelagið.
Nú er veiðiflotin ikki longur umboðaður av Vinnuhúsinum, so húsið viðger viðurskifti hjá øðrum, og tað er jú so vanligt og ofta munandi lættari. Men tá stjórin nú úttalar seg so avgjørdur um aðrar vinnugreinir, eigur hann at síggja, hvussu tað ávirkar vinnuna, sum hann sjálvur umboðar.
1. Tað er álagt veiðuliðnum at selja ávísan part yvir uppboðssølu. Hetta ger raksturin truplari fyri veiðuliðið, men betri fyri aðra vinnu.
2. Skipini kunnu ikki selja veiðuna uttanlands uttan at hava bjóðað hana út í Føroyum fyrst. Hetta ger raksturin truplari fyri veiðuliðið, men betri fyri aðra vinnu.
3. Fiskavirkini á landi fáa m.a. kilostudning fyri at keypa útlendskan fisk til virkingar. Er stuðul skeivur til eina grein, skal vera varin við at úttala seg um aðrar.
4. Alivinnan, sum var framsett sum ein vinna sum klárar seg sjálva, verður ikki avmarkað við tí, at fiskurin skal bjóðast út á føroyskari uppboðssølu, ella bjóðast út til føroyskar framleiðarar.
Tað kann vera nógv annað at draga fram, men tað verður ikki gjørt á hesum sinni. Tað skal tó verða átalað, tá sagt verður, at so kann veiðiflotin byrja at geva eitt avkast til samfelagið. Áðrenn slíkt verður sagt, eigur ein at hava gjørt sær greitt, at fiskivinnan hevur verið roknað sum berandi vinnan í Føroyum alla hesa øldina. Hevur hon ikki verið tað, eigur ein niðurstøða at verða gjørd um hetta. Um fiskivinnan á landi stendur aftanfyri úttalilsini frá stjóranum í Vinnuhúsinum, so er nógv broytt.
Annars skal sigast, at veiðiflotin biður ikki um íløgustudning ella annan studning. Tað verður bert gjørt vart við, at um eitt ynski er frá politiskari síðu um at endurnýggja partar av flotanum, so mugu teir skapa møguleikar fyri tí, um vinnan sjálv ikki hevur rakstrarligan møguleika fyri tí.
Við heilsan
Jákup Sólstein, formaður










