Føroya Regatta, sum byrjaði í Fuglafirði í gjárkvøldið, er nú komið á Havnina.
Skipini savnaðust undir Varmakeldu klokkan 18 og sigldu síðani inn á Fuglafjørð, har skipini hava ligið í nátt.
Á miðdegi legði fylgið so til brots á veg til Havnar.
Jens Marius Poulsen, ið er skrivari í Felagnum Føroysk Træseglskip, segði við Rás2 á miðdegi, at hóast veðurgudarnir ikki tóktust serliga blíðir, so væntaði hann ikki, at tað fór at bila.
- Hann sigur nógvan vind, men talan er um góða ætt, so tað verður nokk ikki so galið. Vit ætla at savnast undir Argjalandinum, og síðani sigla inn á Havnina, segði Jens Marius Poulsen.
Og um 19-tíðina legði flotin inn á vágna og liggja skipini nú bundin við kei.
Eftir at skipini eru komin til kei, verður boðið til »Opið skip«, har fólk hava høvi at vitja umborð fyri at síggja, hvussu føroyingar baldust fyri hundrað árum síðani.
Havnar Hornorkestur spælir, tá skipini leggja til kei, og seinni verður eisini skipað fyri harmonikudansi, felagssangi og føroyskum dansi.
Her verður Føroya Regatta so liggjandi til á døgurða í morgin, tá leiðin heldur fram suður til Skopunar, har bygdarstevna er um vikuskiftið. Siglt verður síðani vestur á Miðvág, har regattain liggur til sunnudagin, tá hvør fer aftur til sín.










