Føroya Pro Vita í 10 ár! Hesi 10 árini, F. P. V. hevur virkað, hava vit millum annað haft eina ráðgevaratænastu, lagt til rættis undirvísingartilfar og fingið hetta út til skúlarnar. Vit hava eisini boðið dugandi fólki til at greina spurningar um mannavirðið á medicinsketiska økinum og onnur samanberandi evni, so sum fosturdráp, horvni pápin, at vera foreldur til barn við Downs syndrom, angribollin, eutanasi, umsorgan fyri doyggjandi, gengransking, reproduktiónsteknologi og postabortion syndromet. Eisini er upparbeitt eitt bóka- og videoútlán.
Tað nyttar at stríðast! Tí ímeðan vit fyri 10 árum síðan sóu illviljan ímóti at nema við henda týdningarmesta spurningin av øllum, tað veri seg átrúnarligt eins væl og politiskt, barnið í móðurlívi, so upplivdu vit til seinasta val, at tíðindafólk settu fram spurningin til allar flokkar, hvat við fosturdrápinum. Og so vítt vit kundu hoyra, var tað eingin, ið tordi at siag: lat børnini bara doyggja.
Støðan er sera álvarsom. Ímeðan flokkar her heima tosaðu um pláss og plásstrot fyri gomlum, visti DR1 í eini DR-Dokumentar at siga hyggjarum sínum undir yvirskriftini »Det store babykrak« at Evropa er við at gerast »Heimsins ellisheim«. 15 lond í Evropa fylla fleiri kistur enn vøggur og undirskoti í føðingum er 2 milliónir børn árliga. Og meðan politikarar her heima tosa um strangan innflytarapolitikk, visti sendingin at siga frá, at næstu 24 árini hevur Evropa tørv á 225 milliónum innflytarum til tess at varðveita fólkagrundarlagið. Gongdin í løtuni bleiv samanlíknað við »kollektivt selvmord« og ein økonomur segði, at gongdin hótti vælferðina.
Angribollin: Eitt mál, sum vit hava arbeitt við, er at siga frá um sonevnda angribollan. Hetta er eitt álvarsmál, sum uttan iva verður tann stóri fosturdreparin. Vit hava sent politiska myndugleikar-unum áheitan um at steðga søluni av hesum bolla. Við sorg mega vit ásanna, at áheitan okkara ikki er hoyrd.
Evnisdagur: Leygardagin 26. okt. í matarhøllini á Føroya Læraraskúla, hevur »Føroya Pro Vita« sín árliga evnisdag. Hesaferð eru fýra evni á skránni. »Lívið, heppin tilvild« ? »Tá ið fyribyrging hevur við sær dráp« ? »Royndir sæð í ljósinum frá norskum fosturtøkuvirksemi« og »Nattúrlig familjuplanlegging«.
Fyrilestrar. Fyrilestrarnar fer norski læknin Inger Lund Thorsen at halda. Inger hevur gjørt seg galdandi í kjakinum um fosturtøku í Norra. Hon kemur higar saman við manninum Arna. Fyrilestrarnir eru almennir og byrja verður kl. 10.10. Sí annars lýsing í blaðnum.