Leygardagin 22. februar hevði Føroya Postfelag sín árliga aðalfund í B36 húsinum. Helst eru tað samráðingarnar, ið verða í heyst, sum skaptu stóra áhugan. 110 limir møttu til fundin.
Nógv mál vórðu á skránni. Millum málini ið høvdu størst áhuga, var nýggja lønarskipanin, sum felagið hevur sett sær fyri at avgreiða við komandi samráðingar, og tær stóru broytingarnar fyri Postverkið og starvsfólkið sum liggja fyri framman.
Fyri vali stóðu Jákup Páll M.Mortensen, Agnar Bech og Elin Danielsen. Jákup Páll var afturvaldur, meðan Agnar Bech og Elin Danielsen tóku ikki við afturvali. Fyri tey vóru vóru valdir Johannes A. Ellingsgaard og Hendrik Thomsen. Nýggja nevndin hevur nú skipað seg og sær hon soleiðis út: Sunleiv Højgaard, formaður, Hendrik Thomsen, næstformaður, Finngerð Hansdóttir, kassameistari, Jákup Páll M. Mortensen og Johannes A. Ellingsgaard.