Føroya Pedagogfelag 25 ár

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 1. juni er fjórðingsøld liðin síðani føroyskir pedagogar settu á stovn sítt egna fakfelag.


Ikki vóru teir nógvir í tali tá, men við alt fleiri stovnum, dag- og bústovnum, eins og teimum mongu og fjølbroytnu arbeiðsøkjum, pedagogar virka innan, liggur limatalið í dag um 1800.


Í felagnum eru bæði fólk við útbúgving og fólk uttan útbúgving. Pedagogfelagið er sostatt eitt av teimum stóru fakfeløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.


Í sambandi við sjálvan føðingardagin, skipar felagið fyri móttøku í felagshølunum í Tungugøtu 1 í Havn nú fríggjadagin frá kl. 15.00 til 17.00, sum vit fegin vilja bjóða tykkum við til.


Felagið skipar annars fyri ymiskum tiltøkum seinri í ár, sum tit eisini fáa møguleika at frætta nærri um. Vælkomin í Tungugøtu 1 fríggjadagin.


Jarvin F. Hansen er formaður í Føroya Pedagogfelag.