Samstarv millum oljufeløg
Týsdagin var kunnandi fundur um nýggja felagsskapin. Boðin vórðu umboð fyri ymsar føroyskar stovnar og feløg
Tað eru teyt 12 oljufeløgini, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju á Føroyska økinum, sum hava sett á stovn Føroya Oljuídnaðarbólk, FOÍB.
Endamálið við Føroya Oljuídnaðarbólki er millum annað at skapa ein virknan miðdepil fyri umrøðu og semjun av felags áhuga sigur Atlanticon, sum verður skrivstova hjá nýggja felagsskapinum í kunningarskrivi.
Víst verður á, at tað við stovnanini av FOÍB fæst til vega eitt forum, ið kann samskifta við føroyskar myndugleikar um týðningarmikil mál og operatiónsspurningar. FOÍB tekur við eftir GEM samstarvið, og tað arbeiði sum er útinnt í samband við fyrireikingarnar til teir fyrstu leitibrunnarnar.
Høvðusparturin av tí innleiðandi arbeiðinum hjá FOÍB verður menning av eini felags kós fyri at fremja møguleikan hjá føroyskum veitarum í kapping at veita vørur og tænastur til frálandavinnuna. FOÍB fer eisini at tryggja at felags verkætlanir verða framdar og at úrslitini verða væl og virðiliga lýst. Umframt hetta vil FOÌG halda fram við tí samskipaðu gongd í umhvørvismálum, sum var sett í verk av GEM.
FOÍB er skipað í fimm arbeiðsøkir sum umfata:-
<sum> Umhvørvi
<sum> Operatión & Verkfrøði (fevnur eisini um Metocean)
<sum> Operationell HTU ( heilsu, trygd og umhvørvi)
<sum> Leiting & Geoteknikk
<sum> Vinnulig & Løgfrøðilig Mál
Formennirnir í teimum fimm undirbólkinum eru fylgjandi:
Umhvørvi Arne Myhrvold Statoil
Operatión & Verkfrøði John Thorogood BP
Operatioinell HTU Paolo Linzi Agip
Leiting & Geoteknisk Stephen Linnard Anadarko
Vinnuligt & Løgfrøðiligt Ben Arabo Amerada Hess
Loyvini, ið vórðu givin í fyrsta útbjóðingarumfari, vórðu kunngjørd í august 2000 av Føroya Landstýri. Tey 12 feløgini, ið fingu loyvini í útbjóðingarumfarinum og sum eru virkandi í FOÍB, eru:
<sum> Agip
<sum> Amerada Hess
<sum> Anadarko
<sum> Atlantic Petroleum
<sum> BG
<sum> BP
<sum> DONG
<sum> Enterprise
<sum> Føroya Kolvetni
<sum> Phillips
<sum> Statoil
<sum> Veba
GEM samstarvið, sum nýggja FOÍB í ávísan mun byggir víðari á, varð annars stovnað í samráð við Føroya Landstýri, stovnar og fyritøkur fyri at fremja ætlanir innan geoteknisk-, umhvørvis- og metoceanøkir fyri at geva vinnuni nóg mikið av økisvitan til at verða før fyri at byrja boringina av teimum fyrstu leitingarbrunnunum á ein tryggan hátt og við atliti til havumhvørvið kring Føroyar. Hetta arbeiði varð seinni víðkað til eisini at umfata trygd og tilbúgving.
Meira kunning fæst annars við at venda sær til Atlanticon, ið verður sekretariat hjá FOÍB. Hilmar Eliassen, Atlanticon, Tel. + 298 31 96 85