Føroya Myndakalendari 2008 komin

29. árgangur av Føroya Myndakalendara verður í hesum døgum lagdur út til sølubúðirnar kring landið. Tað er Føroya Myndasavn á Argjum, sum gevur kalendarn út

Tá summarið kemur, kemur eisini Føroya Myndakalendari, ið hevur stóran áhuga hjá ferðafólki og hjá føroyingum bæði her heima og uttanlands. Nógvir føroyingar uttanlands hava eisini kalendaran hangandi á vegginum.

Á baksíðuni á kalendaranum er eitt kort yvir ein part av Norðurlondum, sum vísir hvar Føroyar eru.


Myndakalendarin er eisini eitt gott amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmandafólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar myndir.


Myndakalendarin er í brævbjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á.


Føroya Myndasavn á Argjum gevur kalendarin út. Tað eru Jákup Andreas Arge og konan, Solveig, sum taka sær av arbeiðinum við at gera kalendaran kláran.


Tey pakka, og syrgja fyri at kalendarin kemur í sølubúðirnar kring landið. Kalendarin verður eisini seldur uttanlands og fæst t.d. á Norðuratlantsbryggjuni og í Føroyahúsinum.


mg