Asfalt
Seinasta vikuskiftið byrjaði kappróðrarárið, hetta vikuskiftið byrjar festivalárið. Annað ár á rað verður Tórsgøta karmur um Asfalt, hóast skráin í ár er nakað minnið enn í fjør, so er hugsjónin tann sama, at vísa eina breiða mynd av føroyskum tónleiki í sjálvum hjartanum í høvuðsstaðnum.
Bert føroyskt
Í mun til hinar festivalarnar setur Asfalt føroyskar tónleikarar og tónleikalívið ovast á dagskránna. Og ongin útlendskur bólkur verður við. Asfalt er eitt átak, at hátíðarhalda og stuðla føroyska tónleikalívinum, og virka framímóti at fáa eitt spælistað. Bólkarnir, ið luttaka fáa onga beinleiðis samsýning fyri at spæla á Asfalt, men ístaðin flytur Asfalt eina upphædd áljóðandi 3.000 DKK fyri hvønn bólkin inn á eina bankakontu, Allur peningurin, ið fer inn á hesa kontu, skal brúkast til at arbeiða víðari við ætlanini um ein tónleika-miðdepil ella spælistað í høvuðsstaðnum.
Henda tilgongd er somikið væl dámd, at 46 bólkar hava avgjørt at luttaka á tiltakinum, og hesir fevna frá Tungmálms bólkum til kristiligar trubadurar, frá kórum til punkbólkar og frá jassi til rokk, bert fyri at nevna okkurt smávegis, ið hendur á teimum fimm pallunum.
Í ár eru tveir uttandura pallar og tríggir innandura pallar. Innandura pallarnir eru í Margarinfabrikkini, í Posthúskjallaranum og á Meijarínum. Meðan teir báðir uttandura pallarnir eru ein stórur til høvuðsnøvnini, og ein minni pallur til ymikst annað.
At uppliva tónleikapallin
Asfalt er eitt gylt høvi at uppliva, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóða í løtuni. Her eru nógv nýggj og spennandi nøvn, men sanniliga eisini kend og fólkakær nøvn, sosum Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Heine Lützen, Magni Christiansen og The Dreams. Stutt sagt, hevur Asfalt okkurt fyri øll. Frá fyrstu tónunum hjá Jumpin’ Jack í kvøld kl. 19 til Side Effect fara av pallinum um trý tíðina í nátt, er alla tíðina tónleikur á onkrum palli, og er okkurt sum tær ikki dámar, ber til at fara okkurt annað stað. Tað sama er galdandi frá, at Knocklebusters leggja fyri í morgin kl. 16 til Sic enda tiltakið onkuntíð eftir miðnátt sunnunáttina.
Leygarmorgunin verður eins og í fjør eitt stórt barnatiltak, ið verður hildið á báðum uttandura pallunum við nógvum ymiskum á skránni.