Føroya Landsstýri letur menningarhjálp til SAT-7 Academy

Uttanríkis-og Vinnumálaráðið hevur játtað 300.000 krónur í menningarhjálp til eina skúlaverkætlan hjá altjóða sjónvarpsrásini SAT-7

Tað var stutt fyri ólavsøku, at Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, skrivaði undir eina avtalu um 300.000 krónur í menningarhjálp til skúlaverkætlan SAT-7 Academy hjá altjóða sjónvarpsrásini SAT-7, skrivar trubodin.fo.

Sjónvarpsrásin SAT-7 sendir sjónvarp um alt Miðeystur og Norðurafrika, har tað búgva umleið 150 milliónir børn, ið eru yngri enn 15 ára gomul.

Tilveran hjá nógvum børnum í hesum øki er merkt av fátækadømi, kríggi og avmarkaðum útbúgvingarmøguleikum, og hetta gevur eina kenslu av vónloysi fyri framtíðina.

Fleiri hundrað børn ringja ella skriva inn til SAT-7 Kids hvønn einasta dag og biðja um ymiska hjálp. Hóast fátækadømi hava tey flestu eitt lítið sjónvarp heima við hús. Sjónvarpsparabolir eru at síggja á flest øllum tekjum, sjálvt í teimum fjarskotnu fjallabygdunum og flóttafólkalegunum, skrivar trubodin.fo


13 milliónir børn fáa onga skúlagongd

Orsakað av krígnum í Sýria eru umleið 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Tí stovnaði SAT-7 Kids skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, so børnini kunnu fylgja við í flóttafólkalegum og aðrastaðni. Og tað gera tey! Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar sum franskt, lívfrøði og annað.

Eisini verður stórur dentur lagdur á at náa foreldrum og at hjálpa lærarum, sum ofta hava eina vánaliga útbúgving. Tað er sera neyðugt at læra børnini at lesa og skriva, so at tey kunnu læra at hugsa sjálv og seta spurningar. Læra tey ikki tað, eru tey løtt at ávirka skeiva vegin og at verða radikaliserað.

Føroyska menningarhjálpin fer til SAT-7 Academy, ið sendir frálæru svarandi til 3.-5. flokk. Fyrisitingin hjá SAT-7 heldur til á Kýpros og hevur drúgvar royndir við slíkum verkætlanum, herundir at syrgja fyri, at stuðulin verður nýttur til tað endamál, sum hann er játtaður til, og at geva gevarunum neyðugar frágreiðingar.

Næstan helvtin av samlaðu inntøkuni hjá SAT-7 er markaður til ávís endamál.

##med2##

Føroyskt samstarv

SIMBA, ið er heitið á arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri børn, hevur í fleiri ár stuðlað SAT-7 Kids. Flestu sunnudagsskúlar hjá Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til SAT-7.

Í fjør og í vár savnaðu føroysk sunnudagsskúlabørn, saman við øðrum 134.000 krónur til SAT-7 Kids.

Síðst í apríl vitjaði stjórin fyri SAT-7, Rita Elmounayer, fyri aðru ferð føroysk sunnudagsskúlabørn til eitt stórt tiltak í Leguhúsinum í Nesvík. Hon sigur soleiðis um endamálið við skúlaverkætlanini:

– Fyri okkum sum sjónvarpstøð er hetta ein framíhjárættur, at vit eru før fyri at hjálpa hesum flóttarbørnum við víðari skúlagongd á ein annan hátt, nevniliga við at síggja sjónvarp. Eisini er møguleiki hjá børnunum gjøgnum eina heimasíðu at fáa fatur á einum slagi av próvtøkuspurningum, so at tey kunnu fáa prógv uppá tað, tey hava lært. Tá vit bjóða undirvísing til hetta mista ættarliðið av flóttarfólkum, gera vit ikki bert eina íløgu í teirra framtíð, men eisini í framtíðina hjá øllum arabiska heiminum. Við at læra tey at lesa og skriva geva vit teimum førleika at taka støðu í ymiskum sjónarmiðum, at fáa eitt arbeiði og soleiðis á ein jaligan hátt at mynda framtíðar arabiska heimin. Tað er ein stór signing at kunna hava leiðsluna í eini verkætlan sum hesari, sigur Rita Elmounayer við trubodin.fo.