RENTULÆKKING
Tíðindaskriv
Roknað fyri alt árið 2002 verður rentan 5,3% p.a.
? Orsøkin til hesa broyting er gongdin á altjóða partabrævamarknaðinum. Tá rentan við ársbyrjan varð sett til 5,75% p.a., varð hetta gjørt við atliti til eitt søguliga stórt fall á partabrævamarknaðinum í 2001. Í hesum sambandi varð hædd tikin fyri, at rentan kundi lækkast í árinum, sigur Føroya Lívstrygging í tíðindaskrivi.
Felagið sigur, at væntandi var, at partabrævamarknaðurin fór at rætta seg upp aftur í hesum árinum. Fram til byrjan av mai mánað vóru ikki tær stóru broytingarnar. Men frá mai mánað og fram til seinnu helvt av juli fall partabrævamarknaðurin rættiliga nógv.
Føroya Lívstrygging hevði við ársbyrjan 14% av íløgunum í partabrøvum og hevur nú 7% av íløgunum í partabrøvum. Higartil í ár er á leið ein triðingur av partabrøvunum seld fyri at minka um kursvágan.
Marknaðurin skal rætta seg munandi upp aftur í hesum árinum, um fallið fyrr í ár skal javnast út. Hetta er ikki serliga sannlíkt. Uttan iva kemur tað at
taka drúgva tíð, áðrenn partabrævamarknaðurin er komin á tað støði, hann var við ársbyrjan. Tí er avgerð tikin um at seta rentuna niður.










