Føroya kulasti rørsludagur

Mikudagin frá klokkan 13 ? 16, skipa ÍSB og Javni fyri rørsluátakinum »Føroya kulasti Rørsludagur«. Øll hava møguleika at luttaka

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fer at seta Føroya kulasta rørsludag.

So fara Trølla Pætur og Omman saman við Steintóri Rasmussen at standa fyri upphiting. Eisini tey, ið hvørki kunnu ?krúpa ella ganga? kunnu luttaka. Umleið kl.14 verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli frá Gamla Apoteki oman til rundkoyringinga í Havnargøtu.

Luttakarar fáa handað eitt próvskjal. Tiltakið er lagt soleiðis til rættis, at fólk

úr Suðuroynni kunnu vera við, uttan at noyðast upp á hálvari nátt. Møguleiki verður at keypa heilsugott drekka og ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag, siga umboð fyri Javna og ÍSB.