Føroya Kolvetni við í spennandi gassboring

Ì hesi vikuni fer danska olju- og gassfelagið DONG at bora sín fyrsta brunn vestan fyri Hetland sum fyristøðufelag. Við í boringini er eisini føroyska felagið Faroe Petroleum.

Leiting eftir kolvetnum og framleiðslan vestan fyri Hetland og upp at føroyska markinum hevur verið ein høvuðsdrívmegin hjá altjóða oljufeløgum at geva føroyska landgrunninum ans. Tað vóru m.a. oljufundini Foinaven og Schiehallion skamt frá føroyska markinum, ið kveiktu áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyskum øki. Tá olja og gass var í undirgrundini so stutt frá føroyska markinum, so mátti føroyski landgrunninum eisini verða áhugaverdur. Og soleiðis hevur tilgongdin millum Hetland og føroyska markið veruliga sett fokus á føroyska landgrunnin, seinast longur norðuri, har amerikanski oljurisin Chevron gjørdi eitt stórt fund skamt frá markinum, Rosebank.

Eftir at tríggjar oljukeldur eru farnar undir framleiðslu vestan fyri Hetland bíða øll nú eftir, at franski gassrisin Total skal seta hol á sínar gasskeldur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Júst í hesum døgum er felagið við at fyrireika at milliarda útbygging, sum verður tann fyrsta í gasshøpi vestan fyri Hetland.

Og her er tað so, at DONG (90% ) og Faroe Petroleum (10%) koma inn í myndina. Danska felagið hevur stóran tørv á at finna gass, og tað hevur tí lagt alla orku í at fáa fleiri loyvi vestan fyri Hetland. Tað hevur eisini eydnast og nú verður so sett hol á eina boring, sum hevur til endamál at finna meira gass. Talan er um Glenlivetøkið, sum liggur nakað norðari enn kendu olju- og gasskeldurnar. Og her er so eisini føroyska oljufelagið við.

Tað er boripallurin Transocean Rather, sum er ein gamal kenningur í leitingini eftir kolvetni millum Hetland og Føroyar, sum setir borin í helst hósdag ella fríggjadag. Um tað skuldi eydnast DONG at hava eydnuna við sær, so kann hetta fáa stóran týdning fyri víðari menningina av hesum leiðum, og hetta kann so aftur fáa týdning fyri leiting við Føroyar, har DONG eisini er ein týðandi partur. Gassframleiðslan og eitt undirstøðukervi til gassflutning vestan fyri Hetland kann í framtíðina vera avgerandi fyri komandi gassfund í føroyskum øki. Tí hevur boringin í Glenlivetøkinum stóran áhuga fyri føroyskar oljumyndugleikar eisini.