? Eg eri ómetaliga vónbrotin av hesi avgerðini, sum eg heldur ikki skilji sigur ein ovfarin Terje Hagevang. Hann og starvsfelagar hansara hava longu kært avgerðina til hægri rætt. Terje Hagevang vísir á, at hetta er eitt sera prinsipielt mál og fáa teir heldur ikki viðhald í landsrættinum, so er ikki óhugsandi, at málið endar í Hægstarætti. Hann er fullvísur í, at fútabannið móti teimum er eindømi í norskari oljusøgu. Hann kennir ikki til nakra slíka hending fyrr. Sjálvur hevur hann arbeitt í oljuvinnuni í meira enn 20 ár.
Sosialurin skilur, at grundgevingin fyri dóminum er tann, at tað ber ikki til at skilja millum generella og serstaka vitan. Av tí at tey trý Sagexfólkini leingi hava arbeitt hjá Saga, og sum Norsk Hydro nú hevur yvirtikið, sita inni við týðandi vitan frá hesi tíðini um føroysku undirgrundina, so hevur Norsk Hydro mett, at tey ikki hava loyvi til at geva øðrum oljufeløgum hesa vitan í sambandi við føroysku útbjóðingina. Og tað hevur rætturin í Oslo givið tí viðhald í.
Fútaforboðið merkir tó ikki, at Føroya Kolvetni ikki verður við í 1. rundu. Tey trý Sagexfólkini hava eina samstarvsavtalu við Føroya Kolvetni um at taka sær av tí tøkniliga partinum í sambandi við at senda umsókn til myndugleikarnar.
Umsóknin er longu liðug og verður hon latin myndugleikunum, áðrenn freistin gongur út mikudagin. Uppá fyrispurning um fútaforboðið fær nakra ávirkan á umsóknina hjá Føroya Kolvetni sigur Terje Hagevang, at tað dugir hann ikki at síggja, at hon skal. Men hann viðgongur, at stevningin hjá Norsk Hydro longu hevur skatt møguleikarnar hjá Føroya Kolvetni. Hon hevur m.a. skatt royndirnar at fáa samstarv við aðrar bólkar. Hvat umsóknini hjá Føroya Kolvetni viðvíkur sigur Terje Hagng, at hon er eitt valaarbeiði.
Men hvussu kann eitt so lítið felag sum Føroya Kolvetni einsamalt lata inn eina umsókn spurdu vit norska oljuserfrøðingin? -Hvat viðvíkur tí peningaligu partinum av at vera við í útbjóðingini, so síggi eg nakran trupulleika í tí. Tað skal nokk koma uppá pláss. Men trupulleikin verður kanska heldur tann tekniski parturin, nú fútaforboð er sett móti samstarvspartnaranum Sagex.
Terje Hagevang heldur annars ikki, at tað nýtast at vera nakar vansi hjá Føroya Kolvetni, at tað ikki er saman í einum bólki nú undan innlatingarfreistini.
- Tað er ikki nevniliga ikki óvanligt, at myndugleikar áleggja oljufeløgum at arbeiða saman í sambandi við eina nýggja útbjóðing. Hetta er vanlig mannagongd serliga í Noregi men eisini í Bretlandi og Írlandi, so Terje Hagevang sær ikki spurningin um at vera við í einum bólki nú ella ikki at vera avgerandi fyri, um føroyska oljufelagið í heila takið kann luttaka í útbjóðingini. -Í løtuni stendur Føroya Kolvetni á egnum beinum. Vit, sum hava ráðgivið tí og tulkað seismikk, sum varð keyptur herfyri, mugu so bíða viuð at taka støðu til, hvat víðari skal henda, til eftir at loyvini verða latin í heyst.