Føroyskt oljufelag
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað gongur skjótt, frá tí at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, stingur út í kortið og til tað ger orð til veruleika. Eftir at felagið herfyri fekk leitiloyvi í norskum øki hevur verið arbeitt við at lata upp skrivstovu. Nú er komið á mál, og í dag letur skrivstovan upp. Tað er annars eitt krav frá norskum oljumyndugleikum, at øll feløg, sum hava leitiloyvi á norska landgrunninum, skulu hava skrivstovu í Noregi. Stovnað er dótturfelag, sum hevur fingið heitið: "Faroe Petroleum Noreg".
Og tað kann ikki sigast annað enn, at føroyska oljufelagið hevur gjørt sítt heimaarbeiði væl. Sambart norskari oljupressu hevur tað eydnast at "headhuntað" stjóran í norska oljufelagnum, Paladin, Helge Hammer eins og seks onnur av starvsfólkunum hjá felagnum til "føroyska oljumýggjabitan" sum tað verður skrivað.
Sambart tíðindum í norskari pressu hevur føroyska oljufelagið gjørt einki minni enn eitt kvetti við at hava sett í starv ikki bert ein kønan oljustjóra, men eisini næstan alla leitideildina við reservoirverkfrøðingi, búskaparfrøðingi oø. serfrøðingum, á einum marknaði, har tað er sera torført at fáa fólk.
Nýggi stjórin hjá Faroe Petroleum Norge, Helge Hammer sigur við norska oljupressu, at hann fer at tryggja, at føroyska oljufelagið verður frammaliga og sera virkið í komandi leiting á landgrunninum. Við sær tekur hann og hansara fólk drúgvar royndir og vitan frá Paladin tíðini. Ætlanin hevur annars verið at leggja norska felagið Paladin saman við Talismann og skuldu fólkini, sum nú eru farin til Faroe Petroleum Norge, verða partur av tí samanleggingini. Hammer sigur, at teir ætla ikki at liggja sjóvarfallið av sær men vera partur av leitingini í Norskahavinum við liðina á teimum stóru oljufeløgunum, sum leita eftir olju og gassi. Felagið fer eisini at vera virkið í búnum økjum í Norðsjónum sigur Hammer.
Føroyska oljufelagið hevur sent umsókn til mynguleikarnar um at blíva "prekvalifiserað" at arbeiða á norskum øki. Við Hammer & Co á liðnum roknar norska oljupressan við, at hetta fer at ganga skjótari.
Hann sigur eisini, at ætlanin er nú at leita eftir norskum íleggjarum, sum kunnu seta pengar í Faroe Petroleum Norge.
Sambart Nils Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni er skrivstovan í Noregi enn eitt týðandi lið í menningini av felagnum og royndunum at spjaða váðan til virksemi í fleiri áhugaverdum oljuøkjum. Frammanundan er felagið sera virkið á Atlantsmótinum, bæði í føroyskum og bretskum øki.