Oljuboring
Partabrævkursurin hjá Føroya Kolvetni fekk eitt ordans spark uppeftir, tá Føroya Kolvetni í dag kundi boða frá, a tavtalu er gjørd við kanadiska Oilexco um oljuboring í Halibut-økinum.
Hetta økið er beint norðan fyri Brasso-feltið, sum sæst á kortinum her á síðuni, og tað er einki at ivast í, at kanadiumenn hava stórar vónir til ætlaðu boringarnar. Somikið stórar eru vónirnar, at Oilexco vil átaka sær 80% av leitingarútreiðslunum, samstundis sum teir bara fáa 55% av oljuni, sum møguliga streymar úr feltinum.
Við øðrum orðum vil tað siga, at vágin hjá Føroya Kolvetni verður lutfalsliga væl lægri enn møguliga úrtøkan.
Oilexco hevur langtíðar leiguavtalu um boritútgerð, og tí er tað ein stórur fongur hjá Føroya Kolvetni at gerast partur av slíkum samstarvi, heldur enn at felagið sjálvt noyðist at fáa fatur á - og rinda fyri - slíka útgerð.
Halibut feltið er 217 ferkilometrar til støddar, og borað verður á 140 metra dýpi. Feltið er á markinum á sonevnda Witch Ground Graben, har metta oljugoymslan er fleiri millardir tunnur. Somuleiðis eru stóru Piper- og Claymore feltini ikki langt burturi, og tí verða stórar vónir settar til komandi boringarnar.
- Hetta er ein frálík avtala fyri felagið og fyri partaeigararnar. Vit hava við hesum tryggjað okkum bæði fíggjarligu styrkina og teknisku útgerðina til eina sera spennandi ætlan. Samstundis styrkir hetta eisini okkara fatan av, at vit hava valt røttu strategiina, tá vit hava keypt okkum stórar partar av nú 15 feltum, sigur Graham Stewart, stjóri í Føroya Kolvetni í tíðindabrævi, sum er sent enska partabrævamarknaðinum.
---
Fakta
Kursurin á Faroe Petroleum hækkaði nærum 8%, tá tíðindaskrivið um avtaluni við Oilexco varð sent. Úr 139 pence í 150 pence fyri partabrævið.
Í krónum or oyrum merkti hetta, at virðið á felagnum vaks við nærum 66 mió kr. Samlaða virðið á Atlantic Petroleum er nú knappar 900 mió kr.