Oljuboring
Faroe Petroleum boðar í dag frá, at felagið er farið undir at bora á Tornado leitimiðinum, ið liggur 130 km vestan fyri Hetlandsoyggjarnar, og beint við føroyska sjómarkið. Felagið eigur 7.5% av loyvinum, eftir at tað varð lagt saman við loyvinum við síðurnar av.
Tornado er eitt stórt oljuleitimið á 1100 metra havdýpi. Tornado liggur nær við óútbygdu Suilven oljukelduna, og kann bindast í Schiehallion oljuframleiðslueindini.
Faroe Petroleum fekk tillutað sín part av Tornado í sambandi við 22. útbjóðingarumfar í Bretlandi, og í mai 2007 seldi felagið helvtina av sínum 20% til Idemitsu E&P UK Limited, sum afturfyri rindar part av borikostnaðinum hjá Faroe Petroleum.
Eftir handilin átti Faroe 10% í loyvi P1190, men av tí at oljumiðið eisini liggur inni á loyvi P1262, sum liggur við síðurnar av, varð avtalað við P1262 loyvishavararnar, at borikostnaðurin og leitimiðið skuldi býtast eftir lutfallinum 75:25 yvir bæði loyvini. Sostatt eigur Faroe Petroleum 7.5% av Tornado leitimiðinum.
OMV (UK) Ltd er fyristøðufelag á loyvinum. Boriskipið Stena Carron borar brunnin, sum væntandi fer at taka 24 dagar at bora.
Tornado er annar av fimm brunnum á Atlantsmótinum hjá Faroe Petroleum. Gass varð funnið á Glenlivet, tann fyrsti av teimum fimm brunnunum, har metingarboringar verða gjørdar í løtuni. Tá liðugt er at bora Tornado, heldur boriætlanin á Atlantsmótinum fram við Anne Marie oljuleitimiðinum á føroyskum øki og Cardhu og Lagavulin oljumleitimiðunum á bretskum øki. Hesir tríggir brunnarnir verða væntandi boraðir í 2010.
Tað er greitt, at eisini føroyskir oljumyndugleikar fylgja væl við Tornadoboringini, hóast hon er í bretskum øki. Hon liggur so tætt upp at føroyska markinum, at eitt olju ella gassfund her vil alt fyri eitt skapa áhuga fyri leitiøkjum føroysku megin markið eisini.