Føroya Klarinettorkestur til Týsklands, 10.  19. juli 2006.

Mánadagin fer Føroya Klarinettorkestur á konsert- ferð til Týsklands samman við einum donskum klarinettorkestri.

Føroya Klarinettorkestur hevur spælt til tiltøk ymsastaðni í Føroyum. Seinast hevur orkestrið spælt á ASFALT- festivalinum í Havn. Leiðari hjá Føroya Klarinettorkestri er Peder Riis-Jensen.

Í Týsklandi fara tey fyrst til Suðurslesvig, har ið tey skulu búgva á einum donskum skúla. Eftir nakrar dagar har, fer túrurin víðari suðureftir til Lüneburger Heide, har ið tey fara at vitja stuttleika-parkina Heide Park Soltau. Tey skulu eisini spæla har.

Síðsti partur av túrinum er til Marburg. Har fara tey at hava nakrar konsertir. Harafturat verður eisini betri tíð til fríløtur og sight-seeing.