Føroya fyrsti pop-up store

Hon hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg á stórum mótamessum og arbeiðir saman við fremstu mótahúsunum. Barbara í Gongini vitjar í hesum døgum í Føroyum við einum pop-up store.

Rannvá G. Fossaberg


Hósdagin klokkan 14 lat kendi sniðgevin Barbara í Gongini ein heilt serligan handil upp á Áarvegnum í Havn. Talan er um ein sokallaðan pop-up store, sum fer at hava opið fram til 1. desembur.
Tað er í hølunum hjá Hafnia, har Fonn Flog helt til, at Barbara í Gongini gevur føroyingum møguleika at ogna sær hennara sniðgeving. Sambært Barbaru í Gongini hevur hon tikið eitt breitt úrval av pløggum við til Føroyar, og hon heldur, at øll kunnu finna sær okkurt, teimum dámar, í handlinum:
- Tað, sum eg havi gjørt, er at hava eitt sindur av hvørjum í handlinum. Eg havi tikið okkurt úr míni basic-kolleksjón og eisini okkurt úr high-end-kolleksjónini, og tískil fer handilin at hava pløgg í ymsum prísum, sigur Barbara í Gongini, sum fegnast um at hon hevur fingið møguleikan at lata upp ein pop-up store í Føroyum:
- Eg havi mangan spælt við tankan, men tað hevur ikki verið gjørligt hjá mær fyrr enn nú. Konseptið við einum pop-up store er rættiliga spontant, og tað, at eg skuldi lata upp ein tílíkan handil í Føroyum, hendi eisini nærmast í eini handavending, greiðir Barbara í Gongini frá.
Umframt at selja útvaldar vørur er handilin eisini eitt slag av sýnisglugga fyri nýggjastu kolleksjónina hjá Barbaru í Gongini. Hon samstarvar javnan við føroysk listarfólk, og í handlinum á Áarvegnum verður møguligt at síggja nýggjasta filmin av Mariannu Mørkøre, sum Jens L. Thomsen hevur gjørt ljóð til.

Hvat er ein pop-up store?
Ein pop-up store er ein handil, ið hevur opið í eitt stutt tíðaravmarka tíðarskeið. Handlarnir, sum ofta eru at síggja í stórbýum hava opið í alt frá fáum døgum til nakrar mánaðir, og tískil er handilin mobilur og kann skjótt flytast úr einum býi til ein annan. Handlar av hesum slag plaga at vera bæði framsýning og handil. Hugtakið pop-up store kom upprunaliga av japanska sniðgevanum Comme Dec Garcons, sum er ein av kendastu sniðgevunum innan avant-garde´ismuna. Hugtakið hevur síðani verið brúkt av mongum, men verður tó aloftast nýtt av klædnaídnaðinum, sum liggja í tí tyngra endanum innan sniðgeving . ?