Føroya MC skipaði leygardagin fyri Føroya fyrsta Powermeet. ?Tað komu nógv fleiri motorsúkklur, enn vit høvdu væntað, og vit eru sera vælnøgdir? segði ein av fyriskiparunum leygarkvøldið, eftir at tiltakið var liðugt.
Av teimum møttu, vóru 25 motorsúkklur máldar uppi á bonkinum, og súkklan við mest máldum hestum hevði heilar 167,85 hestar.
Kappast varð í fýra bólkum, og vinnararnir av hvørjum bólki fingu allir handað eitt steyp til ognar.
Powermeet verður aftur næsta ár.
Myndatekstur:
25 motorsúkklur vórðu máldar uppi á bonkinum