Deyðin er líka natúrligur sum lívið. Men tá onkur doyr kann tað kortini virka ógvusligt, og tað kann vera møtimikið at yvirskoða ta mongd av praktiskum og løgfrøðiligum avgerðum, sum skulu takast í sambandi við eina jarðarferð.
Í Føroyum hevur ikki verið vanligt sum aðrastaðni, at nakar skipar fyri jarðarferðum burturav. Tey avvarðandi hava sjálv syrgt fyri øllum, hóast tey ikki altíð hava yvirskotið, sum skal til.
Tað er á hesum øki, at snikkarin í Marknagili, Herman Eysturoy, nú bjóðar sína hjálp.
? Tá eg byrjaði snikkaravirkið, setti eg mær fyri at gera okkurt, sum ongin annar gjørdi. Eg vildi ikki bara herma eftir hinum. Fyri trimum árum síðan fór eg undir at smíða kistur og fyri at økja um søluna má eg víðka. Tað, sum eg nú fari undir, svarar til tað, sum í Danmark eitur »bedemand«. Endamálið er at fáa eitt samlað konsept upp at standa, sigur Herman Eysturoy.
Sum frá líður kann vera, at hann eisini fer undir at koyra lík, men tað er ikki aktuelt. Og um tað verður gjørt, so verður tað í samráð við teir myndugleikar, sum syrgja fyri hesum í dag.
Gravarhjálpin bjóðar sær at taka sær av jarðarferðini sjálvari. Herman bíleggur kirkjuna, tosar við gravarar, tekur sær av pappírsarbeiði og fær upplýsingar til viðkomandi myndugleikar. Tað kann vera ein deyðsváttan, sum skal gerast, persónligir upplýsingar til kirkjukontórið og skiftirættin.
Hann tekur sær eisini av praktiskum uppgávum, líka frá at leggja líkið í kistuna til at prenta sangir. Og so borgar hann fyri, at jarðarferðin fer fram so virðiliga sum til ber og fyribyrgir mistøkum.
Er onkur deyður uttanlands, skipar Herman fyri at fáa viðkomandi heim. Ella øvugt. Ynskir onkur at brennast, bjóðar hann seg eisini fram at fáa líkið av landinum til brenningar, og tá urnan kemur heimaftur verður hon jarðað.
? Tað hevur ikki verið siður at brenna, men tað hevur heldur ikki verið eitt tilboð til føroyingar. Um ikki farið verður yvir til at brenna, so verður Havnin skjótt ein stórur kirkjugarður, so tað kann gerast neyðugt. Og hví ikki? Í Danmark verða 75 prosent av øllum brend, men so leingi onki krematorium er í Føroyum, verður tað helst undantakið, sigur Herman.