Føroya Fiskasøla: Sær rættiliga svart út

? Tað gongst ómetaliga illa at sleppa av við fisk tí marknaðurin er í botni og tað er ringt at síggja nakrar glottar fyri framman, sigur Árni Arge, stjóri á Føroya Fiskasølu

Marknaðarútlit

?Tað sær rættiliga svart út. Og tað er onki, sum bendir á, at tað verður frægari.
Árni Arge, stjóri í Føroya Fiskasølu, er samdur við teimum, sum lata sera illa at marknaðinum fyri fiski í teimum londum, sum vit plaga at selja til.
Hann sigur, at tíðirnar eru farnar at versna í keyparalondunum og tað er við til at trýsta prísirnar niðureftir.
?Sostatt kundi verkfallið ikki rakt meinari enn tað gjørdi beint nú, sigur fiskasølustjórin.
Hann sigur, at eftir verkfallið er Fiskasølan tí komin í eina støðu, har alt skal byggjast uppaftur.
? Og tað kann vísa seg at gerast eitt tógvið stríð, sum kemur omaná tað, at marknaðurin er vánaligur frammanundan.
Stjórin á Fiskasøluni sigur, at tá ið marknaðurin er so vánaligur, sum hann er í løtuni, kann tað vera trupult at fáa viðskiftafólkini til at taka tær vørur, sum tey hava bundið seg til at taka, tí eins og vit hava trupulleikar at selja fisk, hava teir eisini trupulleikar at sleppa av aftur við fiskin longri niðri í marknaðinum.
? Tá ið vit so ikki fáa leverað í ein heilan mánað av tí at verkfall hevur verið, hava viðskiftafólkini eina gylta umbering at sleppa av við okkum og at siga, at teir fara aðrar vegir.
?At vit ikki hava kunnað levera til tíðina, taka fiskakeyparar ógvuliga nær og nú, verkfallið hevur verið, hava teir verið noyddur at finna aðrar seljarar til tað, teir hava brúk fyri.
? Um teir so koma aftur til okkum, fer bara tíðin at vísa, men tá ið vit hava verið av marknaðinum í fýra vikur, er tað ógvuliga trupult at koma upp í part aftur, serliga nú hann er so vánaligur.

Vánaligt yvir ein kamb
Árni Arge vísir á, at fiskasølan selir nógv til handilsketur og tær eru ómetaliga tungar at arbeiða við.
?Tað kann taka eitt hálvt ár bara at fáa fund í lag við teir upp á eitt korter ella tjúgu minuttir og tí er tað so ómetaliga tungt at samstarva við teir.
? Men hava vit so avtalu í lag um at levera ávísar nøgdir, er prísurin fastur og so verður ikki tosað meiri um prís.
Hann sigur, at hvat langtíðaravtalum viðvíkur, hevur Fiskasølan so dánt klárað sínar skyldur, tí hon syrgdi fyri at hava fisk á goymslu uppundir verkfallið.
?Men í einum føri hevur tað ikki eydnast.
Hann vísur eisini á, at Fiskasølan hevur virki í Danmark og tað hjálpir avgjørt upp á støðuna.
Men langtíðaravtalurnar eru bara ein partur av virkseminum hjá fiskasøluni.
? Hvat viðvíkur stutttíðar avtalunum, vit hava um at levera til matstovur o.s.fr., hava við svikið mangt eitt viðskiftafólk, sum Árni Arge tekur til.
? Tað er nógv, sum er farið í spønir í verkfallinum og tær sølur, sum eru mistar, fáast í hvussu so er ikki aftur.
Hann sigur, at marknaðurin kann býtast sundur í trý høvuðsøki, rækur, alifisk og botnfisk.
?Rækjurnar hava vit hoyrt nógv um, men har er marknaðurin heilt illa fyri og tað er lítíð sum bendir á, at vit fara at síggja munandi prísbroytingar í næsru framtíð.
Tó er Árni Arge eitt lítið sindur bjartskygdur um pilkaðar rækjur, tí hann hevur eina lítla vón um, at tann prísurin fer at hækka eitt lítið sindur.
?Hinvegin hevur prísurin á laksi verið lágur leingi. Nú er hann so komin heilt niður á einar 17 krónur fyri kilo og tað er langt undir framleiðsluprísin.
Stjórin á Fiskasøluni sigur, at eisini, hvat botnfiski viðvíkur, eru prísirnir lágir í løtuni og hann væntar, at teir fara at fella enn meiri.

Útlitini vánalig
Árni Arge sigur, at tað sær svart út í løtuni, tí marknaðarútlitini eru ikki góð.
?Tað sær ikki út til, at gongd kemur á aftur búskapirnar í okkara marknaðarlondunum. Samstundis er framleiðslan í Føroyum dýrkað, og sostatt er kappingarførið versnað.
Hvat tað endar við, hevur Árni Arge ikki so greitt boð uppá í løtuni.
? Eg vænti, at tey, sum arbeiða í vinnuni, fara at fáa tað verri. Men um tað hendir, at virki fara av lata aftur, veit hann ikki.
?Eg haldi, at tað veldst í stóran mun um, hvussu væl tað ber til hjá virkjunum at føra eykakostnaðin av lønarhækkinginmi yvir á skipini.
Tað, hann hugsar um, er um tað ber til hjá virkjunum at trýsta avreiðingarprísin niður fyri at viga upp ímóti teimum hækkandi lønarútreiðslunum.
Sostatt metir hann, at tað verða skipini og manningarnar, sum koma at bera prísin fyri at lønirnar á landi hækka.
? Virkini hava ikki annað val. Marknaðarprísin hava virkini als onga ávirkan á og hartil er marknaðurin versnandi.Men virkini hava sítt at forvara og tí mugu tey fáa útreiðslurnar niður og tað kunnu tey gera við at fáa avreiðingarprísin at lækka.
Í hvønn mun tað fer at føra við sær, at meiri fiskur verður avreiddur uttanlands, veit hann ikki.
?Tað er eitt einfalt roknistykki, men verður tað ein avleiðing, hevði tað ikki verið annað enn natúrligt, leggur Árni Arge afturat.