Føroya Felag móti Krabbameini hátíðarheldur 25 ár

tíðindaskriv

Fjórðingsøld við stórum framstigum og fleiri frambrotum til frama fyri nógvar føroyingar. Tað hevur Føroya Felag móti Krabbameini hug at fagna saman við al-menninginum í stór-fingnum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 12. november


Ein sera spennandi skrá bíðar teimum, ið leita sær í Norðurlandahúsið fríggjadagin í komandi viku at hátíðarhalda, at Føroya Felag móti Krabbameini hevur 25 ár á baki. Nýggjastu hagtølini viðvíkjandi krabbameini í Føroyum verða almannakunngjørd í fyrilestri eftir Erik Wandall, yvirlækna og nevndarlim í Krabbameinsfelagnum, og Kristianna Hammer, ið er sjúkrarøktarrøðingur og cand. cur., fer at halda fyrilestur um at varðveita vón-ina hóast lívshóttandi sjúku. Jóannes Eidesgaard, løgmaður og verji hjá Føroya Felag móti Krabbameini, og Jákup N. Olsen, formaður í felagnum seinastu nógvu árini, fara at røða. Musikkskúlanæmingar spæla umframt at Martin Joensen, tónaskald og listamaður, fer at fram-føra eitt nýtt lag.
Í sambandi við hátíðar-árið gevur Føroya Felag móti Krabbameini á hátíðardegnum út bók. Bókin eitur Okkara millum og er snotiligt verk, har 20 føroy-ingar skriva um at liva við krabbameini. Hetta eru fjølbroyttir, bersøgnir og nemandi tekstir skrivaðir av fólki, ið hava verið sjúk av krabbameini, fólki ið hava mist maka ella foreldur, og einum fólki, ið hevur fingið at vita, at tað ikki verður frískt. Umframt verður søgan hjá Føroya Felag móti Krabbameini frá stovnan fram til dagin í dag lýst í stuttum. Turið Kjølbro, ritstjóri, hevur ritstjórnað bókina, og á hátíðarhaldinum fer hon at siga nøkur orð um hana.
Listafelag Føroya hevur latið gera plakat til Føroya Felag móti Krabbameini og á hátíðarhaldinum verður hon almannakunngjørd. Plakatin er listamálningur, ið Torbjørn Olsen, listamálari, hevur málað. Listarverkið, sum eitur Brot, sýnir ljósið við ávarandi skýggjum. Á hátíðarhaldinum fer Pál Weihe, formaður í Listafelag Føroya, at siga nøkur orð um listarverkið og plakatina.
Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, verður orðstýrari undir hátíðarhaldinum, ið varir góðan tíma. Aftaná býður felagið okkurt leski-ligt.
Væl verður gjørt burtur úr, nú Føroya Felag móti Krabbameini rundar fjórðingsøldina. Karmarnir eru góðir, og felagið vónar, at mong leita í Norðurlanda-húsið henda dagin. Tiltakið verður í Klingruni 12. november klokkan 14.00. Høvi verður at keypa bókina og plakatina.