2. hvítusunnudag kl. 15.00 verður fólkafundur í Føgrulíð, nú tað eru 110 ár síðani Háskúlin byrjaði virkið sít har. Fundurin verður í Føgrulíð á Borðoynni, á grundini har sum skúlin stóð frá 1900 til 1909.
Á fundinum verða: Røður, felagssangur og sangur.
Røðarar verða : Turið Sigurðardóttir, Hermann Oskarsson og Sólfinn Hansen.
Sangur: Hanus G. Jóhansen og Jógvan Andreas Joensen.
Sangbløð til felagssangin verða býtt út.
Fyri at eingin ferðsluproppur skal verða, verður busskoyring frá sandinum og niðan á Háls, so tey, sum ikki ynskja at ganga tann teinin, kunnu verða koyrt niðan.
Bussurin byrjar at koyra kl. 13.00.
Bilførarar verða vinarliga bidnir um at seta bilin niðri í býnum.