Føroya fólk hava ikki ráð til sitandi landsstýrið

?<DPTAB>    Hall er á løgtingsfíggjarlógin fyri 2002.

?Besta intøkuárið í Føroya søgu mugu avdrøg av landskassans skuld gjaldast av innistandandi.
?Veruligi útreiðsluvøksturin á løgtingsfíggjalógini hetta valskeiðið ferð, tá ið samanum kemur, at nærkast eina heilari milliard.
?Fíggjarlógin var ikki meira enn samtykt, tá sjálvur løgmaður, tann 7. januar boðaði frá fyrstu eykajáttanini í 2002.
?Samlaðu eykajáttanirnar í 2001 vóru heilar 207 mió. krónur.
?Landstýrið er nú eftir øllum at døma av álvara farið undir endaligu útgjaringina til løgtingsvalið.

Beint áðrenn jól samtykti ein minniluti (15 av 32 løgtingsmonnunum) løgtingsfíggjarlógina fyri næsta ár. Trettan atkvøður vóru ímóti, ein tingmaður atkvøddi ikki og tríggir vóru ikki í salinum.
Hetta er so fyrstu ferð í Føroya søgu, at ein løgtingsfíggjarlóg til seinastu og endaligu viðgerðina hevur fingi so lítla undirtøku (og so stóra mótstøðu) í Løgtinginum.
Hetta er somuleiðis ein stór falliterklering til sitandi landstýrið og meirlutan á løgtingið.
Í framkomnu londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, hevði stjórnin í stundini endurskoða sín politikk ella farið frá.
Síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, hava polittisku flokkarnir roynt at taka til sín siðvenjuna at atkvøða fyri løgtingsfíggjarlógini til seinastu og endaligu viðgerðina. Vanliga polittiska toganin um konti og játtanir til ymisku økini í landinum er tá av, og prioriteringin hjá einum meirluta er tá staðfest. Hetta verður gjørt í ásannan av- og viðring fyri tí demokratisku skipanini vit hava. Landið skal undir øllum umstøðum hava eina løgtingsfíggjarlóg.
Landstýrið og samgongan gjøgnumtrumfaðu uttan fyrilit fyri føroyska samfelagnum so grundleggjandi og skaðiligar broytingar til løgtingsfíggjarlógina, at andstøðan atkvøddi ímóti meðan partur av samgonguni helt seg burtur.

Hvørki tingmenn ella fólkið hevur álit á førda politikkinum
Tað sum hent er á Føroya løgtingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002 má sigast at vera ein sannan av, at hvørki meirlutin á løgtingið ella av Føroya fólk hava álit á førda politikkinum.
At flestu fólk ikki hava álit á landstýrinum og sitandi meirluta á tingið, kan ikki koma óvart á nakran. Hetta er so týðiliga komið fram, í dagligari talu ímillum manna, og eisini í teimum nógvu veljarakanningunum sum verið hava.
Fólkatingsvalið fyri kortum talar eisini sítt týðiliga mál. Føroyingar taka snøgt sagt ikki undir við førda loysingarpolitikkinum, har heildarveitingin og vælferðin verða skerd. Tey síggja sjálvandi, at hesin politikkur er landskaðiligur og má steðgast ongantíð ov skjótt.
Spurningurin sum eftir stendur er, um Føroyar hava eitt landstýri og ein samgonga, sum eru so ússalig og so koyrd føst, at tey sjálvi ikki finna úthurina ? Mangt bendir á at so er. Eitt er vist, Føroya fólk hava ikki ráð til hetta landstýrið.