Hesi orðini eigur ein av limunum í Frændum, Rani Nolsøe. Hann sigur, at tað var symfoniorkestrið, sum vendi sær til teirra og spurdi um teir vildu lata nøkur løg til eina konsert.
? Hetta søgdu vit sjálvandi ja til, sigur Rani Nolsøe.
? Tað er fantastiska lekkurt at hoyra Elton John o.a., sum hava eitt symfoniorkestur aftanfyri seg, tá teir spæla, sigur tann elsti av Frændunum.
? Tað at fáa møguleikan at spæla live og hava eitt heilt symfoniorkestur aftanfyri seg er nakað, ein bert hevur droymt um, men sum nú gerst veruleiki, sigur Rani.
Hann torir at lova, at føroyingar kunnu gleða seg til eina góða, klassiska rockkonsert, sum uttan iva fer at standa mát við útlendskar konsertir av hesum slag.
? Fyri okkum er tað ein fantastiskur kjansur at fáa, og vit taka gleðiliga ímóti tilboðnum frá symfoniorkestrinum, sigur Rani og vísir m.a. á, at teir her hava møguleika fyri at spæla við eitt nú rættiligum strúkarum í staðin fyri »kunstigum«.
Frændur liva enn
Seinastu árini hevur verið eitt sindur av útskifting í manningini hjá Frændum. Bulurin hevur altíð verið Steintór, Rani og Eyðun, og bæði Steintór og Eyðun hava havt solo-projekt koyrandi við síðuna av. Men tað merkir ikki, at Frændur eru sovnaðir.
? Fyri okkum kann tað fyri sovítt gera tað sama, um tað eitur Millum Frændur, Eyðun Nolsøe Band ella ? hvør veit ? Rani Solo. Hetta verður so ein møguleiki hjá okkum at geva Frændur-løg út saman við einum heilum symfoniorkestri á eini møguligari fløgu, sigur Rani Nolsøe, sum sostatt avdúkar, at vit kanska kunnu vænta eina nýggja fløgu frá Frændum einaferð í framtíðini.
Tað verða sjálvandi eisini teir tríggir Steintór, Rani og Eyðun, sum vera á konsertini saman við symfoniorkestrinum. Men tað er enn ikki greitt, hvørjir aðrir tónleikarar verða við á konsertini.
? Tað veldst um so nógv ? hvør hevur stundir, hvør hevur hug o.s.fr. Tað fer at krevja nógv av tónleikarunum. Vit ætla at venja nógv, og tað skal eisini vera pláss fyri eini intensivari venjingarlegu, so tað skal vera so gott sum gjørligt. Nú fyritreytirnar fyri eini góðari konsert eru til staðar, skulu vit so avgjørt gera okkara til, at hon skal eydnast so væl sum gjørligt, sigur Rani Nolsøe at enda við Sosialin.










