Føroya Ellisakfør fyri tey ungu

Spenning og ferð dámar teimum ungu væl. Men vandamikið er at spæla sær við bilum á alfaravegi, tí skipa limirnir í Føroya Ellisakførum aftur í ár fyri go - cart koyring uppi á Óðinshædd í Havn á ólavsøku

Føroya Ellisakfør er eitt ungt og virkið felag. Hóast navnið gevur eina ábending um, hvat limirnir í felagnum hava águga fyri gomlum akførum, merkir hetta ikki, at felagið ikki er fyri tey ungu. Føroya Ellisakfør hava nevniliga hugsað um tey ungu á ólavsøku. Felagið skipar nevniliga aftur í ár fyri go cart koyring uppi á Óðinshædd í Havn. Fyrstu ferð felagið royndi seg við hesum tiltaki var á ólavsøku í fjør, og var go cart breytin væl vitjað.


Alla vikuna

Go cart breytin letur upp í dag, og verður verandi opin alla vikuna, so góður møguleiki skuldi verið at givið sær stundir at fáa adrenalinið í kók á Óðinshædd á ólavsøku.

Brynjálvur Jensen, ein av limunum í Føroya Ellisakførum, sigur við Sosialin, at hann tryggjar teimum vitjandi spenning, um tey royna bilarnar á ólavsøku. Fyribilsbreytin á óðinshædd er nevniliga væl egnað til go cart koyring. Hon hevur nógv sving, ið ein kann royna síni kynstur í at koyra skjótt ígjøgnum. Men hóast spenningin og avbjóðingarnar, vissa limirnir í Føroya Ellisakførum um, at trygdin er í hásæti. Go cart bilarnir eru bygdir til slíka stuttleikakoyring, og tey í koyra, sita bæði í hjálmi og trygdarbelti. Harafturat liggja gomul bildekk við síðuna av allari breytini, fyri at minka um stoytin, um onkur av førarunum skuldi mist tamarhaldið á bili sínum.

Aldursmarkið fyri at sleppa at koyra go cart um ólavsøkuna er 16 ár og prísurin er 50 krónur.


Eiga bilarnar

Tá Føroya Ellisakfør á fyrsta sinni tók stig til at skipa fyri go cart koyring á ólavsøku, varð avgerð tikin um at keypa teir átta bilarnar, nýtast skuldu. Ætlanin var nevniliga at skipa fyri slíkari koyring við jøvnum millumbilum - í hvussu so er á hvørjari ólavsøku, og tí helt felagið, at tað eins væl kundi ognað sær bilarnar sum at leiga teir.

Fyrstu ferð go cart koyringin varð roynd á óðinshædd á ólavsøku í fjør, var undirtøkan ógvuliga stór, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon fer at verða í ár. Men teir hava størri ætlanir, enn bert at nøkta koyrirúsin hjá fólki á ólavsøku. Arbeitt verður nevniliga við at fáa eina koyribreyt nærhendis vatnbrunnunum, felagið hevur fingið við gráastein. Felagið hevur nevniliga ætlanir um, at fáa gjørt eina kombineraða hálku - og go cart breyt, um myndugleikarnir loyva hesum.


Eingin framsýning

Føroya Ellisakfør hevur havt framsýning av gomlum bilum, myndum og øðrum á hvørjari ólavsøku, síðani felagið varð stovnað í 1992. Men í ár hava limirnir í felagnum tikið støðu til, at eingin framsýning verður í ár. Ætlanin er nevniliga at hava framsýningina á øðrum hvørjum ári í staðin fyri á hvørjum ári, sum siðvenja hevur verið. Hildið verður nevniliga, at framsýningin verður meira áhugaverd fyri tey vitjandi, um hon ikki er á skránni á hvørjum ári. Harafturat krevur ein slík framsýning nógv arbeiði. Bilarnir skulu jú gerast klárir, og hetta er ikki altíð bara sum at siga tað.

Men sjálvt um eingin framsýning verður í ár, ber til at leita sær niðan á óðinshædd og fáa adrenalinið í kók við einum góðum go cart túri. Næsta ár verður aftur høvi at síggja gomul, men vøkur ellisakfør á framsýningini hjá Føroya Ellisakførum.