Eggvirkið á Velbastað, Føroya Egg, steðgar framleiðsluni 31. oktober í 2008. Virksemið heldur uppat, tí sølan er minkað nógv seinastu tíðina orsakað av versnandi kappingarføri. Best er at gevast nú, tí útlitini eru ikki góð, sigur Annfinn Brekkstein, stjóri á Føroya Egg
Síðan august mánað 2007 er fóðurprísurin hækkaður sera nógv, og hetta hevur havt við sær, at Føroya Egg hevur ikki verið kappingarført á marknaðinum seinastu tíðina. Av tí sama er sølan minkað munandi.
- Vit mugu ásanna, at virkið er ikki kappingarført og fær ikki hildið fram. Útlitini fyri framman eru ikki góð. Fólk hava færri pengar um hendi og keypa tey bíligastu eggini. Hesi eggini kunnu vit ikki bjóða, og tí steðga vit, sigur Annfinn Brekkstein, stjóri á Føroya Egg.
Føroya Egg steðgar virkseminum við stuttum skotbrái, so virkið kann rigga sítt virksemi av á so forsvarligan hátt sum gjørligt.
- Um vit ikki steðga nú, kann virkið koma í gjaldsføristrupulleikar, og tað kann hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri djórini. Tí gera vit skjótt av og steðga, meðan leikur er góður, sigur Annfinn Brekkstein.
Føroya Egg fór undir sítt virksemi í mai 2000. Fólk tóku beinanvegin væl ímóti føroysku eggunum, og Føroya Egg megnaði at hava avlop fleiri av árunum. Men nú eru umstøðurnar so nógv broyttar, at virksemið má halda uppat.
- Tað er sjálvandi tungt at lata aftur, og long tíð fer at ganga, áðrenn eg venji meg við, at føroysk egg eru horvin av handilshillunum. Men um onkur hevur hug at royna seg innan eggframleiðslu, so er virkisbygningurin tøkur at leiga ella keypa til endamálið, sigur Annfinn Brekkstein.









