Føroya Bjór: Lættir munandi um

Ein av fyritøkunum sum av álvara fer at merkja til bøttu umstøðurnar
við Norðoyatunlinum er Føroya Bjór í Klaksvík.

Bjórið: Fyritøkan hevur í dag deildir á fýra støðum kring landið, umframt sjálvandi
høvuðsdeildina í Klaksvík. Umvegis hesar verður tí ein stórur partur av
teim føroysku drekkivørunum seldar.
Føroya Bjór tekur sær kortini ikki sjálvt av at flyta hesar túsundtals
fløskurnar og annað kring landið, men hevur útlisiterað hetta til eina
flutningsfyritøku at taka sær av.
Nú prísirnir fyri koyringina gjøgnum tunnilin eru vorðnir almannakunngjørdir
kunnu tey hjá fyritøkuni gera fíggjarætlanina fyri 2006 lidna, har m.a.
flutningurin sjálvandi eisini skal takast við út frá teimum ásettu prísunum.

Eingin skundur
Fyri stjóran, Einar Waag er greitt, at tað verður munandi lættari at sleppa
frá og til Klaksvíkar, tá hann t.d. skal á fund í Havn ella aðrastaðni kring
landið.
Tað hevur verið ein øgilig tíðsspilla frammanundan, har ein kundi koma út
fyri at standa og bíða báðumegin Leirvíksfjørð, bert tí ein skuldi á ein fund í Havn, og
sum einans tók 15 minuttir.
-Jú, tað verður ein lætti. Eingin ivi um tað, tí nú sleppur ein somuleiðis
undan at standa og trippa á einum fundi, bert fyri at kunna røkka Dúgvuna,
sigur hann.
Umleið 40 fólk arbeiða á Föroya Bjór, harav 18 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík.