Føroya Bjór bilurin: Avhoyra í dag

Í gjárkvøldið varð Føroya Bjór bilurin, sum varð stolin herfyri, funnin á botni út fyri Ytru bryggju í Miðvági, 

 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn vísti á, at bilurin varð turkaður og kannaður, og annars arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu tingini hanga saman.

 

 

 

 

Tað var bjargingarbáturin Sverri, ið fann bilin, sum varð tikin uppaftur í gjárkvøldið. Teir sendu kavarar niður at gera fast á bilin, sum ein alibáti síðan tók upp.

 

 

 

 

Í morgun sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at avhoyringar verða gjørdar í dag, har vitnir fara at greiða løgregluni frá tí, sum tey hava sæð. Enn vita tey tó ikki, hvør stjól bilin hjá Føroya Bjór.